Reinføri og reingerð

Reingerð

Mundygg reingerð skal tryggja, at nøgdin av skitti, sjúkuelvandi smáverum so sum bakteriur, virus, soppar o.l. eins og andelvi (allergen) minkar, og harvið minkar vandin fyri smittusjúku og ovurviðkvæmi. Góð reingerð minkar harumframt eisini um nøgdina av kemiskum evnum í inniluftini.

Endamálið við reingerð er at syrgja fyri góðum reinføri, góðum inniumhvørvi og trivnaði. Vandin fyri, at smitta breiðir seg, minkar, tá ið skittur, støv, smáverur so sum bakteriur, virus, soppar o.l. eins og dálking við eitt nú kemiskum evnum verða vaskað burtur av yvirflatum og lutum.

Serliga umráðandi er, at kontaktflatar verða vaskaðir væl, tí ofta nerta nógv fólk hesi støð. Tað kann eitt nú vera vesi, handtøk, kranar, stikkkontaktir, elektronisk tól osfr. Nertur ein smittaður persónur við ein yvirflata ella lut við skitnum hondum, kunnu bakteriur o.a. fara víðari til næsta persón. Góð reingerð beinir burtur henda smittuvandan. 

Afturat reingerðina er umráðandi at leggja dent á gott hondreinføri fyri at fyribyrgja smittubreiðslu.

Reingerðin eigur at lagast til tørvin hjá einstaka stovninum ella fyritøkuni, og tað kann vera ymiskt, hvussu regluliga ymsir yvirflatar og ymisk høli skulu vaskast, alt eftir nýtsluni. Í tíðarskeiðum við stórum smittuvanda fyri umfarssjúku kann vera neyðugt at økja reinhaldið.

Les meira um almennar leiðreglur fyri reingerð á stovnum  við at fylgja leinkjunum niðanfyri. 

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum