Tilbúgving

Tilbúgvingin í Heilsustýrinum

Heilsustýrið er yvirskipaði myndugleikin fyri heilsutilbúgving í Føroyum, og samstarvar tætt við eitt nú kommunur, sjúkrahúsverkið, løgreglu, Kreppuráðið og Farsóttarnevndina.

21. november 2024

|

Tilbúgving

Heilsustýrið umsitur sambært lóg tilbúgvingina í heilsuverkinum og farsóttarlógina. Tilbúgvingin hjá Heilsustýrinum verður sett í verk, tá ávísar hendingar fara fram, eitt nú tá ávísar smittusjúkur taka seg upp. Heilsustýrið heldur altíð eyga við smittustøðuni í Føroyum, í grannalondunum eins og á heimsstigi fyri at kunna gera eina váðamynd fyri álvarsliga smittusjúku og gera eina meting av, nær neyðugt er at verkseta okkara farsóttartilbúgving.

Heilsustýrið hevur vegleiðingar og leiðreglur, sum lýsa leiklutirnar hjá heilsumyndugleikum og øðrum myndugleikum, um Føroyar verða raktar av eini farsótt e.l.

Tilbúgvingin hjá Heilsustýrinum verður eisini sett í verk, um Føroyar verða raktar av vanlukku ella álopi, sum hava við sær, at nógv særd skulu hava bráðfeingis viðgerð á einum átaksøki og á sjúkrahúsi. Heilsustýrið samstarvar í tílíkum føri við sjúkrahúsverkið, apoteksverkið og Heilsutrygd um at tryggja, at heilsuverkið kann tillaga kapasitetin, so neyðugt pláss, starvsfólk, heilivágur og útgerð eru tøk at nøkta tørvin á viðgerð.

Alt eftir hvørja hending talan er um, og hvussu umfatandi hon er, kann Heilsustýrið hava hesar uppgávur:

  • Heilsustýrið greiðir úr hondum yvirskipaðar leiðreglur fyri, hvussu hendingin skal handfarast

  • Heilsustýrið heldur samband við kommunalu heilsutilbúgvingina og aðrar heilsumyndugleikar fyri at fáa yvirlit og samskipa fyri alt landið.

  • Heilsustýrið ráðgevur kommunum um tilbúgvingarátøk.

  • Heilsustýrið kunnar fólkið um heilsuligu avleiðingarnar og fyrivarni av hendingini.

  • Heilsustýrið samskipar við og kunnar myndugleikar í øðrum londum.

  • Tá ógvuliga umfatandi ella markbrótandi hendingar fara fram, skal Heilsustýrið halda sambandið við onnur lond fyri at samskipa átøkini.