Um okkum

Trygd

02. oktober 2024

Sum almennur stovnur hevur Heilsustýrið skipað sínar dátur innanfyri Landsnet og valt og avtalað at fylgja trygdarásetingunum í ‘Trygdarpakkanum’ hjá Gjaldstovuni. Hetta merkir:

  • at allar broytingar o.t. skulu fylgja/góðkennast av Gjaldstovuni.

  • at í tí dagliga skulu øll starvsfólk og onnur, sum arbeiða fyri okkum, fylgja ásetingunum hjá Gjaldstovuni.

  • at, um serlig atlit eru til nýggjar dátur, so verða hesar flokkaðar í trygdarstig og avtala verður gjørd við Gjaldstovuna um hetta.

  • at allar skipanir, sum vit varða av, eru undir skipaðum trygdarviðurskiftum. 

Trygdarstig

Vit hava flestu av okkara dátum innanfyri karmin av Landsneti, hvørs trygdarstig byggir á ISO/IEC 27001 og 27002 og t.d. Dátuverndarlógina.

Endamál

Endamálið við trygdarpolitikkinum er at lýsa, hvussu upplýsingarnar hjá okkum kunnu tryggjast best møguligt og serliga at tryggja, at kritiskar og viðkvæmar upplýsingar framhaldandi varðveita trúnað, rættleika og atgeingi.

Øll starvsfólkini eru kunnað um, hvat væntast av teimum, tá ið umræður atburð og ábyrgd í sambandi við viðgerð av upplýsingum av okkara dátum og í teirra arbeiði sum heild.

Endamálið við trygdarpolitikkinum er eisini at gera kunnugt fyri teimum, sum hava við okkum at gera, at nýtslan og handfaring av upplýsingum og skipanum verður gjørt sambært galdandi lóggávu, standardum og leiðreglum.

Við trygdarpolitikkinum vilja vit avmarka møguligar skaðar og tryggja okkum, at mistar dátur kunnu verða endurstovnaðar.

Vav

Trygdarpolitikkurin fevnir um allar upplýsingar hjá okkum í Landsneti, í Búskaparskipan landsins og í okkara pappírarkivum. Eisini upplýsingar, sum vit ikki eiga, men hava ábyrgdina fyri.

Trygdarpolitikkurin fevnir sostatt um allar upplýsingar hjá okkum, uttan mun til á hvørjum miðli, tær verða goymdar á, ella hvussu tær verða fluttar, og er galdandi fyri øll, sum á ein ella annan hátt eru í starvi hjá okkum.

Víðka vit um vavið av skipanum og hervið dátum, skal nýggj váðameting gerast, og mett skal tá verða um, um trygdarpolitikkurin er nøktandi ella skal broytast samsvarandi.

Dátuflokking

Fyri at tryggja, at dáturnar hjá okkum fáa eina hóskandi vernd, skulu tær flokkast við støði í hugtøkunum:

  • Trúnaður

  • Atgeingi

  • Rættleiki

  • Týdningur

Tá skipanir verða mentar/broyttar, skal hædd verða tikin fyri at tryggja dáturnar í skipanini. Eisini skal fyrilit verða fyri ikki at leggja dátur á skipanir, sum ikki eru flokkaðar til hesar.

Dátuflokkingin er avgerandi fyri trygdarstigið. Dátuflokkingin er partur av Trygarpolitikkinum.

Avtaluviðurskifti

Allur KT-rakstur, sum verður útveittur, skal verða avtalaður í einum tænastustáttmála við veitaran. 
Størsti parturin av okkara KT-rakstri er útveittur til KTL og er tænastustigið ásett í sáttmála (SLA). Vit hava í avtaluni tryggjað, at trygdarstigið hjá okkum verður varðveitt í mun til dátuflokkingina, tvs. at veitarin, útbúnaðurin og starvsfólkini, sum hava atgongd til upplýsingarnar hjá okkum liva upp til eitt trygdarstig, sum er nøktandi.

Ábyrgd

Vit hava ábyrgdina av KT-trygdini á okkara stovni og av skipanum og dátum, sum stovnurin eigur. Í høvuðsheitinum er tað, at:

  • síggja til, at allar skipanir, sum vit varða av, eru undir skipaðum trygdarviðurskiftum.

  • góðkenna fak-SLA, herundir at trygdarstigið er nøktandi í mun til viðurskiftini hjá okkum

    flokka okkara dátur.

  • regluliga gjøgnumganga atgongdarloyvini hjá starvsfólkunum.

  • endurmeta innanhýsis váðametingar herundir eisini avtaluna við KTL.

  • í samráð við KTL at umsita egin net og telduútgerð, herundir licensir til skipanir og applikatiónir, sum vit eiga.

  • kanna, at dáturnar eru í lagi, tá KTL hevur innlisið tær frá backup.

  • skoða egnar skipanir/applikatiónir/dátubasur og egið innanhýsis net.

  • hava eina tilbúgvingarætlan, herundir neyðætlanir til at handfara (kritiskt) virksemi í sambandi við møguligar størri hendingar ella rakstrarórógv í Landsneti.

KT-ábyrgdarbýtið

Ábyrgdarbýtið er greitt skipað á stovninum. M.a. hvør hevur ábyrgdina av SLA, KT-trygdini, hvør eigur tær ymsu KT-skipanirnar, hvør er dátueigari, hvør skal syrgja fyri, at øll á stovninum kenna krøvini, sum verða sett brúkarum, og hvør hevur heimild at taka neyðugar avgerðir mótvegis Gjaldstovuni.

Trygdartilvit

Øll starvsfólk hjá okkum hava ábyrgd av at vera við til at verja upplýsingarnar hjá stovninum móti óviðkomandi atgongd, broytingum og oyðilegging. Tí verða øll starvsfólk støðugt mint á brúkaraleiðreglurnar og annars upplýst um trygd, sum er viðkomandi og týðandi fyri tey.

Brot á trygdina

Verða starvsfólk varug við hóttanir ella brot á trygdina, skal hetta beinanvegin verða fráboðað tí, sum hevur ábyrgdina fyri tí dagligu leiðsluni av trygdini.

Tað kann elva til revsitiltøk, um starvsfólk bróta trygdarpolitikkir ella viðkomandi leiðreglur. 

Samband

Stjóri
Bjarni á Steig
bjarni@hst.fo
233070

Dátuverndarfólk (DPO)
Hildigunn Thomsen
hildigunn@hst.fo
233052