Skráir
Krabbameinsskráin
Heilsustýrið skal hava fráboðan um allar nýggjar krabbameinstilburðir í Føroyum, og verða hesir skrásettir í Krabbameinsskránni.
08. november 2024
|
Krabbamein,
Krabbameinsskrá
Heilsustýrið skipar, umsitur og mennir Krabbameinsskránna. Læknar í føroyska sjúkrahúsverkinum skulu fráboða nýggjar krabbameinstilburðir til Krabbameinsskránna. Fráboðanin skal innihalda grundleggjandi upplýsingar um sjúklingin, ICD-10 diagnosu, dagfesting fyri diagnosu, histologiska/cytologiska diagnosu, fyrsta sambandið við lækna, hvørjar kanningar eru gjørdar og hvørjar viðgerðir eru settar í verk.
Ásett er í kunngerð, hvussu fráboðanin fer fram og hvørjar krabbameinssjúkur skulu fráboðast. Heilsustýrið hevur eftirlit við krabbameinsfráboðanunum og skrásetir nýggju tilburðirnar í Krabbameinsskránna.
Endamálið við at savna og goyma upplýsingarnar er:
At gera hagtøl og frágreiðingar um útbreiðsluna av krabbameini í Føroyum.
Gransking innan krabbamein.
At greina krabbameinstilburðirnar fyri at kunna leggja til rættis í sjúkrahúsverkinum.
Fá meira at vita um, hvussu atgongd fæst til at granska í dátunum.
Søgan um Krabbameinsskránna er í stuttum, at í 1994 varð Krabbameinsskráseting Føroya stovnað eftir áheitan frá Kræftens Bekæmpelse. Á hvørjum ári varð alt tilfarið um krabbameinstilburðir gjøgnumgingið. Hugt varð eftir øllum teimum, ið vóru deyð og øllum sum vóru skrásett í Krabbameinsskránni. Farið varð fimm ár aftur í tíðina regluliga, fyri at fáa alt við. Upplýsingarnar í skránni ganga aftur til 1960-árini, tá arbeiðið at skráseta krabbameinstilburðir byrjaði í Føroyum.
Krabbameinsskráin varð flutt frá Landssjúkrahúsinum til Heilsustýrið at umsita 1. september 2023. Arbeiðið heldur fram eftir sama yvirskipaða leisti, samstundis sum arbeitt verður við at nútímansgera og talgilda arbeiðsgongdir við skrásetingini.
Eina ferð árliga verður tilfarið lagt inn í Nordcan, sum er dátugrunnur við krabbameinstølum úr øllum Norðurlondum.