Granskari
Gjøld og tænastur
Heilsustýrið kann við heimild í lógini taka ávís gjøld fyri at veita granskarum og øðrum tænastur í sambandi við skráirnar hjá stovninum.
25. november 2024
|
Skráir,
Kostnaður
Heilsustýrið tekur ávís gjøld fyri tænastur o.a., tá granskarar og onnur fáa atgongd til dátur úr skráunum, sum Heilsustýrið varðar av. Gjald verður eisini tikið útreiðslur, ið standast av at veita hesar tænastur, t.d. løn til lækna, sjúkrarøktarfrøðing, læknaskrivara o.l. í sambandi við greining av sjúklingum og kontrollum, umframt fyri umsitingarligar tænastur.
Gjøldini eru ásett í kunngerð.