Reingerð

Eldraøkið

Í felagsøkjum, har nógvir borgarar, bæði sjúk og frísk, ferðast ella savnast, kann vanliga roknast við øktum smittuvanda. Góð reingerð kann vera við til at minka um smittuvandan í felagsøkjum. Serligur dentur eigur at verða lagdur á neyva reingerð av kontaktflatum og møguligum felags vesum.

06. desember 2024

|

Reinføri,

Reingerð

  • Daglig reingerð av felagsøkjum, møguliga fleiri ferðir dagliga alt eftir, hvussu nógv tey verða brúkt.

  • Reingerð tvær ferðir dagliga og eftir tørvi á felags vesum og kontaktflatum (handtøk, kontaktir, armlen á stólum o.l.), treytað av, hvussu nógv tað verður brúkt.

  • Viðgerðarhøli og venjingarhøli skulu reingerast eftir brúk, somuleiðis útgerðin, sum verður brúkt.

  • Íbúðir hjá borgarunum á røktarheimum, sum starvsfólk og aðrir borgarar ikki brúka, eru persónlig ogn og tí ikki raðfest. Her skal tó gerast reint eftir tørvi, og borgarin má fáa vegleiðing í góðum hondreinføri og reinføri sum heild.

  • Er útbrot av smittandi sjúku staðfest t.d. á einum røktarheimi orsakað av vantandi reingerð, skulu nýggjar leiðreglur gerast. Í tílíkum føri kunnu Heilsustýrið/landslæknin og smittuverjufrøðingur hjálpa.

  • Eru tilburðir av mótstøðuførum bakterium staðfestir, skulu nýggjar leiðreglur gerast. Í tílíkum føri kunnu Heilsustýrið/landslæknin og smittuverjufrøðingur hjálpa.

  • Burturkast má ikki samlast innandura orsakað av vanda fyri flugum og skaðadjórum.

Aðrar síður undir Reingerð