Tilbúgving
Heilsustýrið er yvirskipaði myndugleikin fyri heilsutilbúgving í Føroyum, og samstarvar tætt við eitt nú kommunur, sjúkrahúsverkið, løgreglu og aðrar viðkomandi partar.
Tilbúgvingin í Heilsustýrinum
Heilsustýrið umsitur sambært lóg tilbúgvingina í heilsuverkinum og farsóttarlógina.
Yvirvøka av smittusjúkum
Føroysku heilsumyndugleikarnir halda áhaldandi eyga við útbreiðsluni av ymsum smittusjúkum bæði í Føroyum og uttanlands.
Fráboðan um smittusjúkur
Tá tilburðir av ávísum sjúkum verða staðfestir í Føroyum, skulu heilsustarvsfólk senda fráboðan til heilsumyndugleikarnar fyri at tryggja rætta handfaring og avmarka smittubreiðsluna.
Koppseting
Koppseting móti smittusjúkum er ein av grundsúlunum í føroysku smittutilbúgvingini.
Tilbúgvingarbólkur
Tilbúgvingarbólkurin hevur ábyrgd av at orða eina pandemiætlan. Endamálið er at tryggja, at Føroyar eru væl fyrirekiaðar til eina møguliga komandi heimsfarsótt.
Svalbardbólkurin
Svalbardbólkurin er eitt norðurlendskt samstarv innan heilsutilbúgving.