Skráir
Mannagongdir
Fyri at fáa atgongd til dátur úr skráunum hjá Heilsustýrinum krevst ein sáttmáli við Heilsustýrið umframt aðrar góðkenningar frá myndugleikum.
03. oktober 2024
|
Gransking
Ílegulógin ásetir, at sáttmáli við Heilsustýrið krevst fyri at fáa loyvi at fremja ílegugransking í vevnaði, t.d. blóðroyndum, hjá føroyingum. Heilsustýrið hevur einkarætt at innsavna, handfara og goyma vevnað og diagnosur til ílegugransking, tongd at ættartræi
Fyri at fáa sáttmála í lag, skalt tú lúka ávísar treytir og hava neyðugu góðkenningarnar fyrst:
Kliniskur ábyrgdarhavi
Góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini (registarakanningar undantiknar)
Góðkenning frá Heilsustýrinum
Sáttmáli við Heilsustýrið
Harumframt skal verkætlanin fylgja ásetingunum hjá Dátueftirlitinum.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir, hvørjir myndugleikar skulu hava fráboðan og góðkenna ymsu kanningarhættirnar.
| Sjúkrahúsverkið | Heilsustýrið | Vísindasiðsemisnevndin |
Kliniskar royndir við menniskjum | |||
Royndir knýttar at ílegum og ættartrøum | X | X | |
Royndir ikki knýttar at ílegum og ættartrøum | X | X | |
Kanning í skráum (registaragransking) | |||
Skráir hjá Heilsustýrinum | X | ||
Skráir hjá Sjúkrahúsverkinum | X |
Les meira um ymsu góðkenningarnar niðanfyri
Kliniskur ábyrgdarhavi
Í sambandi við forkanningar og granskingarverkætlanir skal ein kliniskur ábyrgdarhavi setast. Um tú ikki longu hevur ein kliniskan ábyrgdarhava til tína verkætlan, kann Heilsustýrið hjálpa tær við hesum. Kliniski ábyrgdarhavin er eitt løggilt heilsustarvsfólk, ið er knýtt at føroyska heilsuverkinum. Heilsuverkið fevnir um sjúkrahús, kommunulæknar, apoteksverkið, tannlæknar og serlæknar. Uppgávan hjá kliniska ábyrgdarhavanum er m.a. at tryggja rættleikan á diagnosum, ið verða veittar Heilsustýrinum, umframt at veita nøktandi kunning til fólk, ið lata vevnað til granskingarverkætlanir.
Góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini
Allar biomedisinskar kanningar skulu góðkennast av Vísindasiðsemisnevndini, áðrenn tær verða settar í verk. Vísindasiðsemisnevndin skal tryggja sær, at granskingarverkætlanir verða framdar á vísindaetiskt fullgóðan hátt. Tú skalt sostatt lata Vísindasiðsemisnevndini fráboðanarskjal um granskingarverkætlanina umframt onnur viðkomandi skjøl.
Vísindasiðsemisnevndin skal m.a. góðkenna granskingarprotokollina og kunningarskjøl ætlað luttakarunum í granskingarverkætlanini. Er talan um registaragransking, er ikki neyðugt við góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini.
Fráboðanarskjøl og leinki til galdandi lóg síggjast her.
Tú kanst lesa meira um m.a. fráboðanarskyldu til Vísindasiðsemisnevndina, lýsingina av eini biomedisinskari granskingar¬verkætlan og ymsar vegleiðingar á heimasíðuni hjá donsku vísindasiðsemisnevndini, sum eisini er kærumyndugleiki.
GG. Donsku vegleiðingarnar eru hent amboð, tó skal havast í huga, at Ílegulógin er føroysk serlóg og tí ikki umrødd í vegleiðingunum.
Góðkenning frá Heilsustýrinum
Ávís formleikakrøv eru fyri at fáa góðkenningina frá Heilsustýrinum í lag. Tí skalt tú fylla út eitt umsóknarblað, har tú greiðir frá verkætlanini og kørmunum kring hana.
Tak niður: Umsóknarblað til Heilsustýrið
Sambært lóg krevst sonevnt kunnað samtykki frá øllum luttakarum í eini granskingarverkætlan. Tað merkir, at einstaki luttakarin skal hava fingið nøktandi kunning um, hvat luttøka í verkætlanini inniber. Tí er neyðugt at orða eitt kunningarskriv til luttakararnar í verkætlanini.
Dátueftirlitið
Um upplýsingar um persónlig viðurskifti, tvs. viðkvæmar upplýsingar sambært Dátuverndarlógini, verða viðgjørdar í sambandi við eina granskingarverkætlan, skal verkætlanin fylgja ásetingunum um viðgerð av persónsupplýsingum til granskingarendamál sambært Dátuverndarlógini.
Heilsustýrið er dátuábyrgdari fyri allar granskingarverkætlanir, sum brúka dátur úr skráunum hjá Heilsustýrinum. Dátuábyrgdarin er tann fysiski ella juridiski persónurin, almenni myndugleikin, stovnurin e.l., sum einsamallur ella saman við øðrum ger av, til hvat endamál og við hvørjum hjálpitólum upplýsingar kunnu verða viðgjørdar. Heilsustýrið hevur skyldu til saman við samstarvsfelaganum at tryggja sær, at ásetingarnar í Dátuverndarlógini um viðgerð av persónupplýsingum til granskingarendamál verða fylgdar.
Dátuábyrgdarin hevur harafturat fleiri skyldur viðvíkjandi teimum skrásettu, m.a. upplýsingarskyldu umframt skyldu at taka stig til trygdarkrøv.
Fá nærri kunning á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.
Góðkenning frá Landsapotekaranum
Snýr ein granskingarverkætlan seg um menning av heilivági, krevst góðkenning frá Landsapotekaranum.
Sáttmáli við Heilsustýrið
Eftir at allar neyðugar góðkenningar eru fingnar til vega, verður endaligur sáttmáli gjørdur millum Heilsustýrið og granskingarstovnin.