Heilsugott lív
Rørsla
At vera kropsliga virkin hevur týðandi heilsuágóðar fyri hjartað, kroppin og sinnið. Kropslig rørsla og venjing eru heilsufremjandi og fyribyrgja sjúku.
29. oktober 2024
|
Heilsa,
rørsla
Hvussu hevur tú tað? frá 2023
61,5%
av vaksnum føroyingum røra seg ov lítið sambært tilmælunum hjá WHO.
Tilmælini frá heimsheilsustovninum, WHO, eru, at vaksin skulu venja úthaldni 150 minuttir um vikuna ella venja úthaldni 75 minuttir við stórari arbeiðstyngd. Børn eiga at venja úthaldni við miðal og stórari arbeiðstyngd ein tíma um dagin. Eisini eiga bæði børn, ung og vaksin at vera kropsliga virkin og venja styrkivenjing fyri at styrkja stóru vøddabólkarnar tvær til tríggjar ferðir um vikuna.
Tær nýtist ikki at íðka harðan ítrótt fyri at betra um heilsuna. Rørsla hevur víst seg at minka/fyribyrgja sjúku so sum diabetes, hjartaæðrasjúku, krabbamein o.a. Harafturat hevur rørsla víst seg at betra um trivnað og sálarliga heilsu. Fyri eldri hevur rørsla við sær betri balansu og likamliga støðu. Eisini kognitiva funktiónin kann varðveitast longur við rørslu.
Fyrimunir við rørslu
At vera kropsliga virkin hevur týðandi heilsuágóðar fyri kroppin og sinnið
Tað hevur týdning fyri heilsuna at varðveita ein kropsliga virknan gerandisdag alt lívið
Kropsligt virksemi fyribyrgir millum annað hjarta- æðrasjúkur, ov høgt blóðtrýst, krabbamein og diabetes
Kropsligt virksemi minkar um vandan fyri tunglyndi og angist
Kropsligt virksemi økir innlæring og evni at hugsavna seg
Kropsligt virksemi er øll sløg av rørslu, ið fær pulsin upp. Talan kann vera um óskipaða rørslu, har vit brúka kroppin í gerandisdegnum, ella skipað regluligt kropsligt virksemi sum eitt nú venjing ella íðkan av ítrótti. Rørsla nýtist ikki neyðturviliga at fremjast í venjingarklæðum ella í einari venjingarmiðstøð.
Mælt verður til, at fólk í øllum aldri røra seg hvønn einasta dag. Hetta hevur risa gagnligar heilsuágóðar. Øll rørsla munar.
Uppskot til kropsligt virksemi
Niðanfyri eru dømi um kropsligt virksemi, sum ikki er so skipað, men sum kortini er gagnligt fyri okkum.
Ganga til arbeiðis og til handils
Súkkla
Dansa
Spæla við børnini
Arbeiða í garðinum
Ganga trappurnar
Reingera og dustsúgva
Velta epli ella aðra grøði
Ganga í náttúruni
Vera til útróður
Fáast við seyð og/ella onnur djór