Koppseting

Ferðakoppseting

Tá tú ferðast uttanlands, serliga um tú ferðast langt burtur, er umráðandi at geva sær far um, hvørjar koppsetingar eru neyðugar í einstøku londunum fyri at verja seg móti smittusjúkum, sum ikki eru at finna í Føroyum.

07. november 2024

|

koppseting

Ferðast tú eitt nú til tropisk ella subtropisk øki, er ofta neyðugt at koppseta seg móti sjúkum sum gulum fepri og hepatitis A. Eisini kann vera viðkomandi við koppseting móti vanligum sjúkum so sum influensu og stívkrampa.

Set teg í samband við egnan kommunulækna í góðari tíð og fá ráðgeving um koppsetingar í tí økinum, tú skalt ferðast í. Læknin kann veita ráðgeving út frá aldri og heilsuviðurskiftum hjá teimum, sum ferðast. Eisini hava upplýsingar um hesi viðurskifti týdning fyri viðmældu koppsetingarnar:

  • Ferðamál (land, býur, raðfylgja)

  • Longd á ferðini

  • Ferðaháttur (t.d. charter, arbeiðsferð, fjakkaraferð)

  • Atburður á ferðini (samband við djór, tætt samband við fólk á staðnum, seksuelt samband við fólk á staðnum)

Víst verður annars til Statens Serum Institut fyri meira nágreiniliga kunning um koppseting í sambandi við ferðing.