Tilbúgving

Svalbardbólkurin

Føroyar luttaka í norðurlendskum samstarvi innan heilsutilbúgving. Arbeiðið fer fram í sonevnda Svalbardbólkinum (Nordisk sundhedsberedskabsgruppe) undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Í Svalbardbólkinum eru 1-2 umboð fyri stjórnirnar í teimum átta Norðurlondunum. Føroyar hava valt at hava tvey umboð í Svalbardbólkinum, og tey eru landsapotekarin og stjórin í Heilsustýrinum.

Uppgávurnar hjá Svalbardbólkinum eru í høvuðsheitum at fyrireika samstarv og lata upplýsingar, førleikar og vitan millum Norðurlond innan heilsu- og almannaøkið viðvíkjandi tilbúgving, kreppu- og vanlukkustýring við tí endamáli at megna at handfara kreppur og vanlukkur. Tað kann eisini koma fyri at veita hjálp landanna millum, tá ið álvarsamar kreppur eru, m.a. heilivág, útgerð og flutning av fólki.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum