Sjúka og viðgerð

Smittusjúkur

Í yvirlitinum niðanfyri er kunning um ymsar smittusjúkur, har dentur verður lagdur á smittu, sjúkutekin og møguliga viðgerð. Eisini fæst vegleiðing til foreldur um, nær børnini kunnu fara á stovn ella í skúla aftur, eftir at tey hava verið sjúk.

02. oktober 2024

|

Smittusjúkur

Barnaormur

Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um barnaorm. Barnaormur (enterobiasis) er ein lítil ormur, sum livir í tarminum. Ormarnir ferðast uttan fyri tarmin og leggja egg við endatarmsopið.  

Smitta

Eggini eru rættiliga mótstøðufør og kunnu liva í seingjarklæðum og støvi í einar tvær vikur. Smitta fer fram við at barnið skriðar sær í endatarminum og fær egg á fingrarnar og síðani í munnin.

Tú kanst smitta onnur frá tveimum vikum eftir, at tú ert smittað/ur, og til viðgerðin er byrjað.

Fyribyrging

Tá barnaormur er í familjuni, er neyðugt við góðum reinføri hjá øllum húskinum og í bústaðnum fyri at fyribyrgja smittu, eitt nú við regluføstum handvaski áðrenn máltíðir, og eftir at tú hevur verið á vesinum umframt at vaska seingjarklæði o.a.

Sjúkueyðkenni

Tilgerðartíðin er 2-6 vikur.

Einasta sjúkutekin er skriði við endatarmsopið og hjá gentum møguliga í skeiðini, serliga um náttina. Lætt er at bera eyga við ormarnar á skarninum og við endatarmsopið um náttina. Ormarnir eru um 1 cm, hvítir og líkjast seymitráði. 

Viðgerð

Læknin kann skriva út heilivág fyri barnaorm. Alt húskið eigur at fara í viðgerð samstundis. Seingjarklæði og undirklæði eiga at verða vaskað um somu tíð við min. 60° C. Klipp neglirnar stuttar og vaska tær væl um hendurnar. Tú kanst t.d. brúka neglabust.

Á stovn ella skúla

Barnið kann fara á stovn ella í skúla uttan avmarkingar.

Barnasár

Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um barnasár. Barnasár (impetigo) eru sár, sum standast av bakterium (einamest stafylokokkar ella streptokokkar), og tey smitta sera illa. 

Smitta

Smittan ferðast við vætu úr sárinum við hondum ella lutum. Smittan kann koma frá frískum fólki, sum hevur bakteriuna í nøsini. Smittuevni (t.d. stafylokokkar) kunnu liva í umhvørvinum, eitt nú á innbúgvi, leikum og í seingjarklæðum ógvuliga leingi – í mánaðir. Smitta kann fara fram, tá tað vætir úr sárinum og so leingi sum skruva er á. 

Fyribyrging

Rætt handreinføri og og reingerð í bústaðnum eru umráðandi fyri at fyribyrgja smittubreiðsluni. Vætan úr barnasárum ella svullum er full av bakterium, og av tí at smábørn ikki ordiliga hava skil fyri reinføri og hava lyndi til at nerta við sárini, er týdningarmikið at halda reglurnar fyri, nær børnini kunnu koma á stovn ella í skúla, eisini hóast børnini ikki tykjast so sjúk. 

Sjúkueyðkenni

Tilgerðartíðin er fáir dagar.

Sárini vísa seg aloftast sum lítlir, reyðir blettir, sum skjótt verða til vætandi sár, sum fáa gulligar skruvur. Sárini kunnu vera allastaðni á húðini, men eru ofta rundan um nøsina og munnin. Onnur í húskinum verða ofta smittað.

Viðgerð

Vanliga er neyðugt at viðgera barnasár.

Serlig fyrivarni

Um MRSA (methicillin-resistentir gulir stafylokokkar) verða staðfestir í royndum frá sárunum, galda serstakar reglur.

Á stovn ella í skúla

Børnini mugu ikki fara á stovn ella í skúla, fyrr enn sárini eru turr og skruvurnar eru burtur. Hóast viðgerð er byrjað, kunnu sárini framvegis smitta. Børn í skúlaaldri duga betur at halda gott handreinføri, og tí kunnu tey fara í skúla, um okkurt kann leggjast útyvir sárini, og um sárini ikki eru so mong. Vegleiðing í góðum reinføri og at vaska sær ofta um hendurnar kann fyribyrgja at sjúkan tekur seg upp aftur.

Borrelia og TBE

Skógarmotta kann smitta fólk við sjúkunum borrelia og/ella TBE (tick-borne encephalitis). Skógarmotta er ikki vanlig í Føroyum, men hon verður viðhvørt funnin á húsdjórum, m.a. hundum, kettum og seyði. Skógarmottan í Føroyum elvir, sum er, ikki til TBE.

TBE verður eisini rópt miðevropeiskur heilabruni. TBE stendst av einum virusi, sum smittar, tá tú verður bitin av eini skógarmottu. Í Danmark verða vanliga staðfestir uml. tveir tilburðir um árið á Bornholm, og einstakir tilburðir hava eisini verið í Norðursælandi. Aðra staðni í Danmark er eingin vandi fyri at verða smittað/ur við TBE frá skógarmottuni. TBE finst eisini í øðrum evropeiskum londum, eitt nú í Svøríki, Finnlandi og Týsklandi.

Borrelia er ein bakteria, og hon smittar eisini gjøgnum bit frá eini skógarmottu. Skógarmottur, sum bera borrelia-bakteriuna, eru at finna nógva staðni í Norðurlondum og í Evropa, serliga í økjum við nógvum stórum vertsdjórum so sum rádjór, hjørtir o.l. 

Smitta

TBE-virus smittar fáar minuttir eftir, at skógarmottan hevur bitið seg fasta. Borrelia smittar ikki fyrr enn mottan hevur sitið á húðini í uml. eitt samdøgur. Um mottan verður tikin burtur innan 24 tímar, er smittuvandin ógvuliga lítil. Skógarmottan bítur seg fasta har, sum húðin er serliga tunn og har, ið hon kann fjala seg, t.d. í knæsbótini, lærkrikanum, undir arminum, aftan fyri oyrað og í nalvanum. Kanna eisini hárbotnin á børnunum. Borrelia og TBE smittar ikki millum fólk.

Fyribyrging

Skógarmottan heldur til í tøttum og høgum grasi og í øðrum gróðri í skóginum ella í økjum tætt við skógin. Tá tú hevur verið  av løgdum gøtum í skóginum ella hevur gingið í høgum grasi, er umráðandi javnan at kanna eftir, um nøkur skógarmotta er at síggja á húðini. Tá tú kemur heim eftir túrin, eigur tú aftur at kanna allan kroppin fyri at tryggja tær, at eingin motta er at síggja. Minst til eisini at kanna hárbotnin hjá børnunum. Um tú heldur teg til gøturnar í skóginum, er vandin fyri at verða bitin av skógarmottu ógvuliga lítil. Til ber at verja seg fyri biti við at vera í troyggju við longum ermum, fótsíðum buksum og í gummistivlum, ella við at stappa buksurnar niður í hosurnar. Lættari er at síggja motturnar, um tú ert í ljósum klæðum. Mýggjabitasalva við tilfarinum DEET í styggir motturnar burtur, men tað eigur ikki at verða brúkt einsamalt uttan onnur fyribyrgjandi tiltøk, sum eru nevnd omanfyri. Brúkar tú mýggjabitasalvu at verja teg við, eigur tú at minnast til at smyrja salvuna á javnan við uml. tveir tíma millumbilum.

Um mottan hevur bitið seg fasta

Um skógarmottan hevur bitið seg fasta í húðina, skal hon takast burtur sum skjótast. Nýt eina pinsett ella neglirnar til at taka hana burtur. Tak fatur so tætt at húðini, sum til ber. Tað ger einki, um eitt ein lítil partur av munninum ella høvdinum á mottuni situr eftir á húðini. Smyr ikki smør, tannkrem ella spritt á mottuna, fyri at beina hana burtur, tí hesir hættir kunnu hava við sær, at mottan sleppur at sita á húðini longur.

Koppseting

Vaksin og børn eldri enn 1 ár, sum javnan ferðast í skógi við tøttum vøkstri og av løgdu gøtunum, kunnu umhugsa at fáa koppseting fyri TBE. Tosa við egnan lækna um, hvørt tað er viðkomandi fyri teg og tína familju. Gev tó gætur, at koppsetingin fyri TBE gevur tær ikki 100% verju, so tað er framvegis eitt gott hugskot at fylgja ráðunum um fyribyrging móti biti frá skógarmottu. Til ber ikki at koppseta seg fyri borrelia.

Sjúkueyðkenni fyri TBE

Tilgerðartíðin, tvs. tíðin frá smittu til sjúkutekin vísa seg, er 7-14 dagar.
Um 75% av teimum, sum verða smittað við TBE, verða ikki sjúk. Hjá teimum, sum fáa sjúkutekin av TBE, byrjar sjúkan við sjúkueyðkennum, sum líkjast beinkrími, og vara hesi í nakrar dagar. Uml. ein triðingur fær eftir hetta tekin um heilabruna við høvuðpínu, fepri og lammilsi, og tað kemur eftir eitt tíðarskeið uppá fáar dagar til vikur, har eingi sjúkutekin hava verið. Einstakir sjúklingar kunnu fáa varandi mentalt ella neurologiskt mein. Børn undir sjey ár verða sjáldan álvarsliga sjúk við TBE.

Sjúkueyðkenni fyri borrelia

Tilgerðartíðin, tvs. tíðin frá smittu til sjúkutekin vísa seg, er 3-30 dagar. Borrelia-smittan kann hava við sær ymisk sjúkutekin, alt eftir nær í sjúkugongdini tú varnast smittuna, og alt eftir um smittan er lokal, ella um hon breitt seg í kroppinum. Ein lokal infektión vísir seg at byrja við ofta við einum reyðum, væl avmarkaðum útbroti, sum líkist einum ringi rundan um sjálvt bitið á húðini. Útbrotið kann koma nakrar dagar ella upp í fleiri vikur eftir, at ert bitin, og tað veksur stigvíst. Verður lokala infektiónin ikki viðgjørd, kann bakterian breiða seg í kroppinum og elva til sjúkutekin í vikur til mánaðir eftir, at tú vart smittað/ur. Sjúkutekinini kunnu vera fepur, vøddapína, pína í liðunum, høvuðpína og møði. Sjúkutekin kunnu eisini vísa seg í nervalagnum, eitt nú við veikari vøddamegi, geislandi nervapína, vøddalamningi ella ávirkan á hjartað.  Sjúkutekinini kunnu í sjáldsomum førum standast, uttan at útbrot hevur víst seg á húðini.

Viðgerð fyri TBE og borrelia

Eingin serstøk viðgerð er móti TBE. Smitta við borrelia kann viðgerðast munadygt við antibiotika á øllum stigum. Í flestu førum kann smittan viðgerast og lekjast, uttan at sjúklingurin fær varandi mein. Hjá einstøkum sjúklingum kunnu skaðar sum andlitslamningur gerast varandi. Um eitt eyðkent, reytt útbrot vísir seg rundan um staðið, har skógarmottan hevur bitið, ella um onnur sjúkutekin um borrelia vísa seg, skalt tú seta teg í samband við læknan.

Á stovn ella í skúla

Børn, sum eru smittað við borrelia ella TBE, kunnu fara á stovn og í skúla uttan avmarkingar, tá tey tykjast frísk og ikki hava sjúkutekin. Kunna starvsfólkið, um barnið vísir tekin um smittu við borrelia ella TBE.

CPO

CPO er stytting fyri carbapenemase-producing organism, og er eitt felagsheiti fyri ein bólk av bakterium, sum kann vera trupul at viðgera, tí bakteriurnar eru mótstøðuførar móti antibiotika, sum vanliga verður brúkt at viðgera infektiónir (carbapenem) við.

CPO fevnir um tveir høvuðsbólkar av bakterium: tarmbakteriur og umhvørvisbakteriur. Tarmbakteriurnar eru størsti bólkurin, og hesar verða róptar CPE, carbapenemase-producing enterobacterales. Talan er um kendar tarmbakteriur sum E.coli, Klebsiella pneumoniae, sum eru vorðnar so mótstøðuførar, at bert fá sløg av antibiotika eru, sum kunnu brúkast at viðgera við.

Síðstu árini er talið á tilburðum av CPO-infektiónum vaksið munandi. Tí halda heilsumyndugleikarnir eyga við tilburðum og útbreiðslu av CPO-bakterium í heilsuverkinum. 

Smitta

Smitta fer einamest fram við tøttum sambandi við onnur fólk, og aloftast verður smittan borin á hondunum. CPO er oftast tarmbakteriur, sum koma út við skarninum, og á húðini er bakterian serliga at finna í gininum (skrevinum). Tú kanst fyribyrgja smittu við góðum handreinføri, serliga eftir at tú hevur verið á vesinum.

Í Føroyum eru flestøll, sum hava fingið staðfest CPO-bakteriur, smittað uttanlands. Seinastu árini eru tilburðir tó eisini staðfestir hjá fólki, sum ikki hava verið uttanlands. Eisini hava tilburðir av CPO verið staðfestir á føroyskum sjúkrahúsum. 

Sjúkueyðkenni

Nógv av teimum, sum eru smittað við CPO, eru frískir smittuberar og hava CPO-bakteriuna í tarminum uttan at hava nøkur sjúkutekin. CPO-bakteriur eru ikki meira sjúkuelvandi og smitta heldur ikki verri enn aðrar bakteriur. Ein frískur persónur er bert í lítlum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkur av CPO-bakterium, um hann verður smittaður.

Eingin viðgerð kann beina burtur CPO-bakteriur hjá einum frískum smittubera, og hjá summum hvørvur bakterian av sær sjálvari.

CPO elvir sjáldan til álvarsliga infektión, sum skal viðgerast. Fólk, sum frammanundan eru sjúk ella veik, kunnu tó gerast álvarsliga sjúk av CPO-bakteriuni, tí tey eru minni mótstøðufør móti infektiónum. CPO-bakterian elvir oftast til bruna í landgøgnunum ella blóðrenslinum, og oftast krevst viðgerð við serligum antibiotika.

Viðgerð

Viðgerðin móti infektiónum við CPO-bakterium krevur ofta serlig sløg av antibiotika. Hetta kemst av, at CPO-bakteriurnar framleiða ein kveika (ensym), sum ger bakteriurnar mótstøðuførar móti nógvum sløgum av antibiotika. Um tú verður sjúk/ur av bakteriuni ella aðrari infektión, er sostatt umráðandi, at tú fært viðgerð við antibiotika, sum virkar móti bakteriuni. Læknin metir, um tú eigur at verða kannað/ur fyri CPO-bakteriuna.

Eygnabruni

Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um eygnabruna. 

Eygnabruni (conjunctivitis) er bruni í eygnareyðanum. Eygnareyðin fevnir um “tað hvíta” í eyganum og innaru síðu av eygnalokinum.

Smitta

Smitta fer fram við nerting (kropsligum sambandi) og gjøgnum lutir so sum handklæði og leikur. Smitta verður eisini borin gjøgnum luftina við hosta ella njósa.

Fyribyrging

Gott reinføri minkar um vandan fyri smittu við eygnabruna, og umráðandi er við góðum handreinføri. Vaska tær um hendurnar/sóttreinsa, tá tú hevur nortið við vætu úr eygunum. Mælt verður til at fremja handreinføri áðrenn tú fert í gongd við okkurt reint so sum matgerð, at borðreiða o.s.fr., og eftir at tú hevur nortið við okkurt skitið. Tryggja tær eisini, at eygnabrunin ikki breiðir seg gjøgnum lappar og handklæði. 

Sjúkueyðkenni

Eygnabruni fevnir bæði um mildar og álvarsligar heilsustøður.

Mildur eygnabruni

Tvey sløg eru av mildum eygnabruna, sum serliga koma fyri hjá børnum, sum eru forkølað. Annað slagið vísir seg sum eitt sindur av reyðleika, táraráka og eitt sindur av mislittum pussi í eygnakrókunum (gulum klumpum), sum serliga vísir seg, eftir at barnið hevur sovið. Hetta stavar frá tiptum táragongdum orsakað av hovnum slímhinnum. Børn við hesum slagnum av eygnabruna kunnu fara á stovn og í skúla.

Hitt slagið av mildum eygnabruna stendst av virusum, sum bert smitta eitt lítið sindur. Sjúkutekinini eru ikki so týðilig, og almenna heilsustøðan hjá barninum er ikki ávirkað. Antibiotika hevur ongan virknað á hetta slagið. Børn við hesum eygnabruna kunnu eisini fara í stovn og í skúla.

Hesi bæði sløgini av eygnabruna eru vanlig og raka næstan øll børn onkuntíð. Um trupulleikarnir vara longur enn eina viku, eigur barnið at verða kannað av lækna, sum metir um møguliga viðgerð.

Ringur eygnabruni

Í sjáldsomum førum kann talan vera um eina álvarsligari støðu av eygnabruna, sum stendst annaðhvørt av virusi ella av bakterium. Í hesum førum rennur puss úr eyganum, sum eisini er reytt og hovið, bæði í tí hvíta í eyganum og á innaru síðu av eygnalokunum. Barnið kennir turrleika, sviða og tað brennur í eyganum, og viðhvørt kemur ljóskvæmi og táraráki fyri. Almenna heilsustøðan kann vera ávirkað. Hetta slagið av eygnabruna smittar illa, og barnið skal ikki fara á stovn ella í skúla. Neyðugt er við læknaviðgerð.

Viðgerð

Tú skalt altíð vera varin, tá tú reinsar eyguni á barninum í sambandi við eygnabruna, tí ansast skal væl eftir ikki at breiða smittuna úr øðrum eyganum til hitt. Tú eigur at vaska tær um hendurnar og/ella sóttreinsa, hvørja ferð tú hevur viðgjørt eyguni á barninum.

Ger eitt petti av vatti vátt við flógvum vatni til at reinsa pussið burtur við. Byrja innast í eygnakrókinum og reinsa út eftir. Tú mást ikki brúka sama vattið til bæði eyguni. Neyðugt er ikki at viðgera gular klumpar í eygunum, sum standast av forkølilsi og veikari virusinfektión, tí ampin av hesum er avmarkaður, og antibiotika hevur ongan virknað. Tá er nóg mikið at reinsa eyguni. Um eingin bati er, tá ein vika er farin, eigur barnið at fara til lækna.

Er talan um ein ringan tilburð av eygnabruna, krevst viðgerð. Umráðandi er at fylgja viðgerðini sambært vegleiðingini, fyri at eygnabrunin ikki skal koma aftur. Í tílíkum føri kann læknin taka støðu til, nær barnið kann fara aftur á stovn ella í skúla.

Á stovn ella skúla

Børn við ringum eygnabruna skulu ikki fara á stovn ella í skúla, um eygnabruni vísir seg saman við:

  • nógvum pussi

  • týðiligum ljóskvæmi

  • ávirkaðari almennari heilsustøðu

Hevur barnið hesi sjúkutekin, eigur tað at fara til lækna. Tá barnið hevur verið í viðgerð í minsta lagi tveir dagar og nevndu sjúkutekin eru burtur, kann barnið fara aftur á stovn ella í skúla, hóast viðgerðin skal halda fram í longri tíð.

Fimta barnasjúkan

Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólkið á stovninum ella í skúlanum, um barnið vísir tekin um fimtu barnasjúku, eisini rópt “lussingesyge”. Fimta barnasjúkan (parvovirusinfektión, eruthema infectiosum) er ein sera vanlig og aloftast mild barnasjúka. Um 65% av vaksnum fólki hava andevni móti sjúkuni orsakað av, at tey hava verið smittað fyrr og tískil ikki kunnu fáa sjúkuna aftur. Kvinnur, sum eru við barn og sum verða smittaðar fyrru helvt av burðartíðini, verða fylgdar av serlækna.

Smitta

Smittan breiðir seg við ráka (vætu) úr andaleiðini, og hon verður borin antin við dropum í luftini, t.d. við hosta og njósan, ella á hondum ella lutum. Útbrotið á húðini smittar ikki. Smittutíðarskeiðið er 5-10 dagar (uml. ein vika) eftir smittu og til útbrotið vísir seg á húðini. Tvs. at smitta kann fara fram, áðrenn nøkur sjúkutekin vísa seg.

Sjúkueyðkenni

Tilgerðartíð: 13-18 dagar (uml. 2 vikur).

Sjúkan kann byrja við mildum sjúkuteknum, sum líkjast beinkrími, men ofta eru fyrstu sjúkutekinini kinnaroði og síðani útbrot á serliga ørmum og beinum. Útbrotið á kroppi, ørmum og beinum líkist knipplingum. Útbrotið varir einar tveir dagar, men kann vísa seg aftur næstu vikurnar, serliga tá barnið hevur verið kropsliga virkið og er vorðið heitt. Barnið kann fáa eitt vet av fepri, men sjúkugongdin kann eisini vera púra uttan útbrot elle onnur sjúkutekin. Hjá vaksnum vísir pína í liðunum seg viðhvørt. Fólk, ið hava eina blóðsjúku, kunnu verða serliga hart rakt, av tí at virus kann elva til blóðmangul. Verður ein kvinna, ið er við barn, smittað í fyrru hálvu av burðartíðini, kann ein lítil vandi vera fyri blóðmangli hjá fostrinum ella at kvinnan aborterar. Vanskapan sæst ikki.

Viðgerð

Eingin viðgerð er fyri fimtu barnasjúku. Kvinnur, ið eru við barn, og hava verið í smittuvanda, eiga at verða kannaðar nærri. Set teg í samband við kommunulæknan fyri at hoyra nærri. 

Fyrivarni

Serligar reglur eru galdandi fyri kvinnur, ið eru við barn og sum ikki hava havt fimtu barnasjúku. Set teg í samband við kommunulæknan/serlækna í kvinnusjúkum fyri at hoyra nærri. 

Á stovn ella skúla

Barnið kann fara á stovn ella í skúla, tá tað er frískt.

Hond-, fót- og munnsjúka

Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum, um barnið hevur tekin um hond-, fót- og munnsjúku.

Hond-, fót- og munnsjúka (hand-, foot- and mouth disease) er ein virussjúka við útbroti á húðini og slímhinnunum. Sjúkan varir stutta tíð, og hon vísir seg einamest hjá smábørnum og serliga um summarið. Vaksin kunnu eisini verða smittað.

Smitta

Smittan ferðast á hondum ella lutum, sum eru dálkaðir við floti úr andingarleiðini, skarni ella við vætu úr bløðrunum. Smittan breiðir seg við nerting ella sum dropasmitta. Ofta kemur smittan frá einum frískan smittubera.

Sjúkueyðkenni

Tilgerðartíð: Fimm dagar fyri sár í munnholuni og sjey dagar fyri húðina.

Sjúkan kann byrja við at barnið er illa fyri og hevur eitt vet av fepri, men ofta er útbrotið fyrstu tekinini um sjúkuna. Í munninum og serliga á hondum og fótum taka smáir, reyðir blettir seg upp, og hesir broytast til vætufyltar bløðrur. Sjúkan er aloftast av eftir umleið eini viku.

Viðgerð

Eingin viðgerð er fyri sjúkuna.

Á stovn ella skúla

Tá barnið er frískt.

Kikhosti

Kikhosti (pertussis) stendst av bakteriuni Bordetella Pertussis. Kikhosti er sermerktur við hostaherðindum og ríkjandi andadrátti eftir herðindini. Kikhosti kann vera vandamikil fyri pinkubørn. Koppseting fyri kikhosta er við í barnakoppsetingarætlanini. 

Smitta

Kikhosti stendst av eini bakteriu, sum smittar við dropum í luftini, t.d. við hosta og njósan. Tá tú hevur kikhosta, smittar tú frá tí at tú fært sjúkutekin og í uml. tríggjar vikur. Ert tú í viðgerð við antibiotika fyri kikhosta, ert tú smittufrí/ur eftir fimm dagar. Sjúkutekin og hostaherðindi kunnu halda fram, eisini eftir at tú ikki smittar longur.

Sjúkueyðkenni

Sjúkutekin til kikhosta vísa seg vanliga 5-10 dagar eftir, at tú ert smittað/ur, men tað kunnu eisini ganga upp í tríggjar vikur. Sjúkutekinini byrja sum við vanligum krími og við versnandi, turrum hosta, sum kemur í herðindum. Eftir 1-2 vikur byrja eyðkendu hostaherðindini. Eftir 2-4 vikur vikna hostaherðindini, og sjúkan er aloftast av eftir 6-8 vikur.

Hjá pinkubørnum, sum ikki eru koppsett, kan sjúkugongdin verða álvarslig við andaneyð, og tí kann verða neyðugt at innleggja barnið.

Viðgerð

Viðgerð við antibiotika kann hjálpa á krímstignum, men hevur onga ávirkan á sjúkutekin ella longdina á sjúkuni seinni í sjúkugongdini.

Fyribyrging

Munadyggasta fyribyrgingin er koppseting fyri kikhosta. Koppsetingin er við í barnakoppsetingarætlanini, og sambært henni fær barnið koppsetingina, tá tað er 3, 5 og 12 mánaðir og aftur, tá tað er 5 ár.

Um kikhosti verður staðfestur í eini familju við børnum undir 2 ár ella hjá eini kvinnu, sum er sett at eiga um minni enn seks vikur, verður mælt til at seta seg í samband við egnan lækna. Møguliga skal familjan setast í fyribyrgjandi viðgerð við antibiotika fyri at verja lítla barnið móti kikhosta. Tað kann eisini verða neyðugt at veita profylaktiska viðgerð til fólk við lungasjúku ella veikari immunverju, sum hava verið í smittuvanda. Um læknin er í iva um, hvørt fyribyrgjandi viðgerð skal bjóðast, kann læknin seta seg í samband við Heilsustýrið.

Á stovn og í skúla

Børn við kikhosta skulu vera heima av stovni og úr skúla, til almenna heilsustøðan er góð og tey ikki tykjast sjúk longur. Børnini skulu verða heima, um hostaherðindini elva til týðiliga andaneyð ella spýggju. Tú verður ikki mett/ur at smitta longur fimm dagar eftir, at tú ert farin í viðgerð við antibiotika ella tríggjar vikur eftir fyrstu tekinini um krím.

Serlig fyrivarni, tá kikhosti tekur seg upp á stovnum:
Heilsustýrið hevur ábyrgd av at ráðgeva dagstovnum og foreldrabólkum, tá tilburðir av kikhosta verða staðfestir har.

Koppseting

Koppsetingin fyri kikhosta er við í barnakoppsetingarætlanini og er partur av eini samansettari koppseting, sum verjir móti stívkrampa, difteri, kikhosta, barnalamni (polio) og hæmophilus influenza b. Koppsetingin verður givin, tá barnið er 3, 5 og 12 mánaðir gamalt. Tá hesar tríggjar koppsetingarnar eru givnar, er barnið vart móti kikhosta, til tað er 5 ár. Tá barnið er 5 ára gamalt, fær tað eina endurkoppseting.

Skáldkoppar

Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um skáldkoppar.

Skáldkoppar (varicella) er ein barnasjúka, sum stendst av virusi og vísir seg sum bløðrur á húðini. Helvitiseldur stendst eisini av skáldkoppavirusi.

Smitta

Smittan kann vera gjøgnum luftborið flot, vætu úr bløðrunum (er eisini galdandi fyri helvitiseld) á hondum ella lutum, ella við luftbornari dropasmittu. Skáldkoppar smitta illa. Turru skruvurnar smitta ikki. Tú kanst smitta frá 7 døgum eftir, at tú ert smittað/ur, ella trý samdøgur áðrenn sjúkan brýtur út. Tú smittar til fimm dagar eftir útbrotið, ella til ongar nýggjar bløðrur eru komnar í tveir dagar, og bløðrurnar eru turrar.  

Stutt eftir at tú ert smittað/ur, kanst tú smitta onnur. Tú smittar til 8-12 tímar eftir, at viðgerðin er byrjað.

Fyribyrging

Gott reinføri minkar um vandan fyri smittu við nerting. Umráðandi er, at barnið vaskar sær um hendurnar og neglirnar verða kliptar, so skriði ikke elvir til eina bakteriuinfektión. Barnasár er ein vanlig eftirsjúka, men tað kann avmarkast við at brúka zinksalvu at turka bløðrurnar og minka skriðan. Til ber at koppseta seg fyri skáldkoppar, men hetta er ikki partur av barnakoppsetingarætlanini, sum nú er.

Sjúkueyðkenni

Tvær til tríggjar vikur ganga, frá tú ert smittað/ur, til tú fært sjúkutekin um skáldkoppar.

Sjúkan kann byrja við, at tú ert illa fyri og hevur eitt sindur av fepri, men útbrotið á húðini er ofta fyrsta sjúkutekinið. Tað byrjar á kroppinum ella í hárbotninum og breiðir seg síðani til andlitið og eitt sindur minni til armar og bein. Fyrst vísa reyðir blettir seg, sum síðani verða til smáar, vætufyltar bløðrur, sum bresta ella torna, og skruva kemur á sárið. Fyrstu 4-5 dagarnar koma nýggjar bløðrur, og sjúkan varir vanliga eina viku, hóast skruvurnar kunnu taka longri tíð at detta av. Ofta kemur nógvur skriði, og klóran kann elva til bruna í sárunum.

Viðgerð

Vanliga verður eingin viðgerð givin fyri skáldkoppar. Zinksalva kann verða nýtt fyri skriða, og tað fæst í handkeypi.

Fyriskipanir í sambandi við sjúkutilburð

Serligar reglur eru galdandi fyri kvinnur, ið eru við barn, og sum ikki hava havt skáldkoppar. Spyr egnan kommunulækna.

Eftirsjúka

Persónar við veikari immunverju kunnu verða hart raktir. Tað ger seg galdandi fyri persónar við HIV-smittu, leukemi og møguliga persónar, sum eru í viðgerð við immunverjuniðursetandi heilivági. Skáldkoppavirus verður verðandi í kroppinum, eftir at sjúkan er av, og kann seinni verða orsøk til helvitiseld. Henda sjúkan kemur oftast hjá vaksnum fólki, og hon vísir seg við at pínandi bløðrur taka seg upp á einum avmarkaðum øki á húðini. Væta úr bløðrunum kann fyrstu vikuna hava virus í sær og kann elva til skáldkoppar hjá fólki, sum ikki hava havt skáldkoppar. Pínan kann halda fram í longri tíð. Børn kunnu eisini fáa helvitiseld. Fólk við veikari immunverju kunnu fáa útbrot, sum breiðir seg nógv á húðini (Herpes Zoster). Tílíkir tilburðir verða viðgjørdir við eitt nú antiviralum heilivági.

Á stovn ella skúla

Tá skruvurnar eru turrar, er smittuvandin av.

Skrubb

Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um skrubb. 

Skrubb (scabies) er ein húðsjúka, sum skriðar, og sjúkan stendst av skrubbmottum. Sjúkan er ikki vandamikil, men hon er til stóran ampa.

Smitta

Skrubb smittar við tøttum, varandi húðsambandi millum fólk, sum búgva og sova saman ella eru tættir vinir. Av tí at børn og ung ofta eru í tøttum, kropsligum sambandi við onnur, kann smitta hendinga ferð koma fyri í skúlanum ella á øðrum stovnum.

Stutt eftir at tú ert smittað/ur, kanst tú smitta onnur. Tú smittar til 8-12 tímar eftir, at viðgerðin er byrjað.

Sjúkueyðkenni

Tríggjar til seks vikur ganga, frá tú ert smittað/ur, til tú fært sjúkutekin um skrubb.

Skrubb vísir seg við skriða og ofta eisini smáum, vætufyltum, reydligum bløðrum. Skriðin er ringastur um náttina, og tað skriðar um meginpartin av kroppinum. Børn yngri enn eitt ár kunnu eisini verða álopin í andliti og hárbotni.

Tá sjúkutekin um skrubb vísa seg hjá barninum, eigur tú at fara til lækna við barninum at fáa staðfest sjúkuna og fyri at fáa viðgerð.

Viðgerð

Tá skrubb er staðfest í familjuni, eiga øll húsfólkini at verða sett í viðgerð eins og tey, ið hava verið í tøttum sambandi við smittaða/smittaðu. Umráðandi er, at øll fáa viðgerð samstundis, av tí at onnur kunnu vera smittað, hóast tey eingi sjúkueyðkenni hava enn.

Í sambandi við viðgerðina skal alt, sum kann vaskast við 60, verða vaskað. Alt tað, ið ikki tolir vask, verður goymt burtur – gjarna í eina viku og í plastposum. Sengur og innbúgv úr toyi verður dustsogið. Harumframt verður bústaðurin vaskaður við vanligum reingerðarevni.

8-12 tímar eftir at viðgerðin er byrjað, smittar tú ikki longur, men skriðin kann kortini halda fram í upp til seks vikur. Batnar skriðin ikki, eigur tú at fara aftur til lækna.

Fyriskipanir í sambandi við sjúkutilburð

Neyðugt er ikki at seta onnur børn ella starvsfólk í viðgerð. Kortini eigur at verða gáað eftir skriða ella útbroti hjá børnum og starvsfólki í 3-6 vikur eftir at seinasti tilburðurin er staðfestur og viðgjørdur. Hin smittaði/smittaða kann koma í skúla ella á stovn 8-12 tímar eftir, at viðgerðin er byrjað.

Smittandi meningitis

Meningokokksjúka (smittandi meningitis) stendst av bakterium, sum verða nevndar meningokokkar. Sjúkan vísir seg sum meningitis (heilaserkjabruni) og/ella blóðeitran.

Í Føroyum verða staðfestir millum 2 og 4 tilburðir av meningokokksjúku um árið. Oftast er talan um børn og ung, sum fáa sjúkuna, men hon vísir seg hjá fólki í øllum aldri.

Smitta

Meningokokkar ferðast gjøgnum luftina við dropum, sum standast, tá vit hosta og njósa. Hin sjúki/sjúka er næstan altíð smittað/ur av einum frískum smittubera. Tí er í flestu førum talan um einstakar tilburðir av sjúkuni, men av og á vísa tilburðir seg hjá systkjum ella øðrum við tøttum tilknýti til ein sjúkling við meningokokksjúku. Bakteriurnar doyggja skjótt uttan fyri kroppin.

Smittutíðarskeið: Frá stutt undan sjúkuútbroti til eitt samdøgur eftir, at viðgerðin er byrjað.

Sjúkueyðkenni

Tilgerðartíð: 1-4 dagar

Umráðandi er at vita, at meningokokksjúka kann gerast lívshættislig eftir fáum tímum. Vanliga tekur sjúkan seg tó upp eftir tveimum samdøgrum.

At byrja við kann sjúkan líkjast beinkrími. Innan 1-2 samdøgur veksur fepurin til 38-40℃ ella meira.

Fepurin kann vaksa brádliga og vísa seg saman kuldasjálvta ella krampa. Ofta sæst ógvislig høvuðpína, spýggja og vantandi hugur at eta og drekka. Sjúklingurin verður linur ella óróligur, píndur og ilskur, møguliga óklárur.

Meningokokksjúka kann eisini elva til bløðingar (pettechier) í húðini, sum vísa seg sum reyð ella bláreyð merki ella prikkar. Í nøkrum førum eru spenningar í nakka og ryggi, soleiðis at tað er trupult og pínufult at benda høvdið framyvir. Hjá pinkubørnum kunnu sjúkueyðkennini tó vera heldur øðrvísi. Børnini kunnu vera minni virkin, vilja ikki eta ella drekka, gráta av at verða nortin, gerast alt dølskari og spýggja.

Viðgerð

Barnið skal innleggjast skjótast til ber, so tað kann fáa viðgerð. Meningokokksjúka verður viðgjørd við antibiotika.

Fyriskipanir í sambandi við sjúkutilburð

Heilsustýrið hevur ábyrgd av at seta í verk fyriskipanir, tá meningokokksjúka vísir seg.

Um ein tilburður av meningokokksjúku hevur verið í nærumhvørvinum, eru fremstu ráðini at gáa eftir sjúkueyðkennum, og um hesi vísa seg, at seta seg í samband við lækna beinanvegin.

Tá ein tilburður av meningokokksjúku hevur verið, er í ávísum førum vandi fyri, at fleiri tilburðir vísa seg í húsarhaldinum hjá viðkomandi næstu tíðina.

Mælt verður til, at øll í einum húsarhaldi, har meningokokksjúka er, fáa fyribyrgjandi viðgerð við antibiotika.

Í nøkrum fáum førum er møguleiki fyri at leggja koppseting afturat fyribyrgjandi viðgerðini. Tú ert vard/ur 5-6 dagar eftir koppseting, og verjan heldur í eini tvey ár.

Vandin fyri smittu á dagstovni og í skúla er sera lítil, og tí verður sjáldan mælt til fyribyrgjandi viðgerð.

Sjúkan smittar ikki gjøgnum mat ella innbúgv. Tí er eingin orsøk til serstaka reingerð av leikum ella hølum.

Onnur sløg av meningitis  

Meningokokkar eru vanligastu meningitisbakteriurnar, men meningitis kann eisini standast av øðrum ávum.

Álvarsligu tilburðirnir av meningitis stava frá bakterium. Tá krevst viðgerð beinanvegin.

Hib- og pneumokokkoppsetingin í barnakoppsetingarætlanini verjir móti teimum sløgunum av meningitis, sum standast av bakteriuni Hæmophilus influenzae typa b og vanligastu pneumokokbakteriunum.

Nakrir tilburðir av meningitis stava frá virusi (t.d. fárasjúkuvirusi). Hesar sjúkurnar eru ótespiligar, men vanliga vandaleysar. Viðgerð krevst ikki, men kortini innlegging á sjúkrahús fyri at staðfesta, hvat slag av menigitis talan er um.

Á stovn ella skúla

Barnið kann fara aftur á stovn ella í skúla, tá viðgerðin er av, og barnið er frískt. Onnur børn og vaksin kunnu koma á stovn og í skúla, tá fyribyrgjandi viðgerð er givin.