Persónlagað medisin
Persónlagað medisin er skraddaraseymað viðgerð, sum byggir á vitan um ílegur (genom), lívfrøði og lívsstíl hjá tí einstaka, hetta fyri at fáa munadyggari viðgerð og minka um hjáárinini.
Um persónlagað medisin
Persónlagað medisin merkir, at fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum í størri mun verður lagað til eitt nú lívfrøði og lívvirkisfrøði (fysiologi) hjá tí einstaka.
Genomvísindi
Vitan um genomið ger, at vit verða betur før fyri at fata ymsar sjúkur, og í ávísum førum fáa veitt eina neyvari og munadyggari viðgerð.
FarGen
Málið við FarGen-verkætlanini er at savna lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fáa kanningar í lag, sum kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og -viðgerð.
Genomgransking í Føroyum
Ofta verður sagt, at Føroyar og føroyingar hóska væl til ílegugransking. Frágreiðingin liggur eitt nú í okkara demografisku søgu.
Genomkanningar og etikkur
Upplýsingar um heilsuna hjá fólki, og kanska serliga um ílegurnar, verða mettar at vera viðkvæmar persónsupplýsingar