Skráir
CP-skráin
Cerebral Paresa er ein neurologisk støða, sum stavar frá heilaskaða tíðliga í lívinum, ofta áðrenn, undir ella stutt eftir føðing. Hetta ávirkar persónin, alt eftir hvar í heilanum skaðin er íkomin. Ofta er tað vøddastýring og rørsla, sum kunnu vera ávirkað í størri og minni mun.
08. november 2024
CP er ein stytting fyri Cerebrala Paresu og varð ofta fyrr kallað spastiskt lamni, og vórðu tey við CP rópt spastikarar. Cerebral paresa stavar frá einum skaða í heilanum, sum kann koma í móðurlívi, undir føðing ella hjá nýborna barninum. Heilaskaðin kann standast av, at eitt barn verður føtt ov tíðliga, bløðing, smáum blóðtøppum, ilttroti ella smittu, men ofta verður orsøkin ongantíð staðfest. Kropsligu fylgjurnar av heilaskaðanum eru ofta sjónligar, men heilaskaðin kann eisini geva aðrar týðandi kognitivar avbjóðingar sum t.d. trupulleikar við læru, hugsavnan og máli.
CP-skráin er stovnað 2022. Í skránni eru upplýsingar um øll við diagnosuni CP, sum eru fødd ella búsitandi í Føroyum, og er skráin gjørd við heimild í Ílegulógini. Skráin inniheldur bæði tey, sum hava viðfødda og postneonatala cerebrala paresu innan 2. liviár.
Endamálið við skránni er at savna hagtøl yvir øll fólk við CP í Føroyum fyri at útvega meira vitan um persónar við diagnosuni. Hagtølini skulu eisini verða grundarlag fyri víðari gransking innan CP í Føroym og í altjóða høpi.