Sjúka og viðgerð

COVID-19

COVID-19 er ein smittandi sjúka, sum stavar frá virusinum SARS-CoV-2. Virusið ávirkar fyrst og fremst andaleiðirnar og kann elva til sjúkueyðkenni sum fepur, hosta og andatrupulleikar. Sjúkan er oftast mild, men í ávísum førum kann hon vera lívshóttandi, serliga fyri eldri fólk og onnur í vandabólki.

02. oktober 2024

|

COVID-19,

Korona

At síggja til fáa tey flestu fólkini, sum eru ung og frísk, mild sjúkueyðkenni. Á tann hátt minnir COVID-19 um vanliga krímsjúku, men nakrir greiðir munir eru kortini á COVID-19 og vanligum krímsjúkum. Tað er eisini hetta, sum ger, at almennir myndugleikar handfara støðuna munandi øðrvísi.

Við øðrum krímsjúkum er ein partur av fólkunum vanliga mótstøðuførur, tí tey hava fingið koppingarevni ella eru smittað av líknandi krímsjúkum fyrr. COVID-19 er hinvegin eitt nýtt virus, sum øll kunnu fáa, tí teirra immunskipan ikki hevur havt samband við líknandi virus fyrr. Tað inniber, at nógv kunnu verða sjúk samstundis, og tað kann seta heilsuverkið undir sera stórt trýst.

Mælt verður til, at øll, eisini ung og frísk fólk, fylgja almennu tilmælunum fyri at verja fólk við veikari heilsustøðu.