Heilsudátur

Tínar dátur, tíni rættindi

Heilsustýrið fylgir reglunum í dátuverndarlógini, sum tryggja einstaklinginum – tí skrásetta – nøkur rættindi, tá persónupplýsingar um hann ella hana verða viðgjørdar. 

25. november 2024

|

Dátur,

Trygd

Rætturin til kunning

Tann skrásetti/skrásetta skal í útgangsstøðinum hava kunning um, at persónupplýsingar um viðkomandi verða savnaðar og viðgjørdar. Hetta óansæð um upplýsingar verða savnaðar hjá skrásetta/skrásettu ella frá øðrum.

Tann skrásetti/skrásetta skal m.a. kunnast um, hvør dátuábyrgdarin er, hvat endamálið við viðgerðini er og hvørjar upplýsingar, talan er um.

Rætturin til innlit

Tann skrásetti/skrásetta kann biðja um innlit í, hvørjar persónupplýsingar Heilsustýrið viðger um seg.

Rætturin til rætting ella striking

Um persónupplýsingar, sum eru skeivar, verða viðgjørdar, kann skrásetti/skrásetta krevja, at hesar verða rættaðar.

Harumframt er tað í ávísum førum møguligt at krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar. Tað kann t.d. vera, um persónupplýsingarnar ikki longur eru neyðugar til at røkka tí endamáli, tær vórðu savnaðar til, ella tí at viðgerðin er óloglig.

Rætturin til mótmæli

Tann skrásetti/skrásetta hevur í ávísum førum rætt til at mótmæla, at persónupplýsingar um hann ella hana verða viðgjørdar. Hetta merkir, at tú av orsøkum grundaðar á serligu støðu tína, kanst mótmæla annars lógligari viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst altíð mótmæla, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar til beinleiðis marknaðarføring.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Tann skrásetti/skrásetta kann í ávísum førum krevja, at Heilsustýrið avmarkar viðgerðina. At viðgerðin av persónupplýsingum verður avmarkað merkir, at upplýsingarnar ikki kunnu viðgerast á annan hátt enn at goymast.

Rætturin ikki at vera fyri automatiskum avgerðum

Skrásetti/skrásetta hevur í útgangsstøðinum rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, undir hesum profilering, og sum hevur rættarvirknað ella á líknandi hátt týðandi ávirkar viðkomandi.

Rætturin til dátuflutning

Skrásetti/skrásetta kann í ávísum førum krevja tær persónupplýsingar frá dátuábyrgdara, sum skrásetti/skrásetta sjálv/ur hevur latið, og flyta hesar upplýsingar til ein annan dátuábyrgdara.

Avmarkingar í rættindunum hjá skrásetta/skrásettu

Í ávísum førum eru rættindini hjá skrásetta/skrásettu ikki galdandi. Rætturin til kunning og innlit eru t.d. ikki galdandi, um so er, at upplýsingarnar, um tær koma í ljósmála, kunnu skaða landsins trygd ella verju, ella um upplýsingarnar eiga at dyljast við atliti at t.d. fyribyrging, avdúking og rættarsøkjan av revsiverdum gerðum.

Vísindaetiskar grundreglur

Heilsustýrið fylgir reglunum í vísindasiðsemislógini, sum tryggja einstaklinginum – tí skrásetta – nøkur rættindi, tá heilsudátur um hann ella hana verða viðgjørdar. Umráðandi er, at øll gransking, sum er knýtt at Heilsustýrinum, fylgir teimum fýra vísindaetisku grundreglunum:

  • Góðgerðarsemi

  • Ikki-skaðandi

  • Sjálvsavgerðarrættur

  • Rættvísi