Tilbúgving

Fráboðan um smittusjúkur

Tá tilburðir av ávísum sjúkum verða staðfestir í Føroyum, skulu heilsustarvsfólk senda fráboðan til heilsumyndugleikarnar fyri at tryggja rætta handfaring og avmarka smittubreiðsluna.

03. oktober 2024

|

Smittusjúkur,

Fráboðan

Fráboðanarskyldan er galdandi fyri bæði bráðfeingis sjúkur og varandi sjúkur, og hon tryggjar, at viðkomandi fyriskipanir verða settar í verk, tað veri seg avbyrging, viðgerð, greining av møguligum smittuketum o.a.

Læknar hava skyldu til at senda Heilsustýrinum fráboðan um allar einstakar tilburðir av teimum sjúkum, sum eru ásettar í kunngerð og sambært fyriskipan (anordning). Fráboðanir skulu sendast Heilsustýrinum skrivliga og fyri ávísar sjúkur eisini sum telefonboð á tel. 233070. 

Heilsustýrið setir síðani um neyðugt fyriskipanir í verk, eins og eyga verður hildið við útbreiðslu í landinum fyri at staðfesta og avmarka eina møguliga farsótt.

Fyri smittusjúkur, sum ikki skulu fráboðast, er galdandi, at um óvanliga nógvir tilburðir verða staðfestir, so eigur læknin at gera vart við tað í Heilsustýrinum. Síðani verður málið kannað nærri og møgulig átøk verða sett í verk fyri at steðga smittuni.

Oyðubløð til smittufráboðanir