Sjúka og viðgerð

Sjúklingafeløg

Sjúklingafeløg røkja áhugamálini hjá teimum, sum eru rakt av sjúku, og hjá teirra avvarðandi. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir føroysku sjúklingafeløgini.

29. oktober 2024

|

Sjúklingafeløg

ADHD-felagið

Endamálini hjá ADHD-felagnum eru:
•    At virka til gagns fyri fólk við ADHD
•    At geva foreldrum, avvarðandi og persónum við ADHD møguleika at koma í samband við líkastillað.
•    At varpa ljós á ADHD.
•    At virka fyri optimalum møguleikum fyri fólk við ADHD
•    At fremja samarbeiði millum foreldur, avvarðandi, stovnar, læknar, skúlar, arbeiðspláss og onnur, ið hava við fólk við ADHD at gera.
•    At fylgja við gransking og viðgerð.
•    At luttaka í samarbeiði í norðurlendskum høpi.
•    At virka fyri, at tilboð verða til fólk við ADHD og teirra avvarðandi.

Les meira á www.adhd.fo

Alzheimerfelagið

Endamálini hjá Alzheimerfelagnum eru, at: 
•    Stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi teirra.
•    Upplýsa og kunna um demenssjúkur yvirhøvur.
•    Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg.
•    Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.
•    Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.
•    Vera við í altjóða samstarvi.

Les meira á www.alzheimer.fo

Autismufelagið


Endamálini hjá Autismufelagnum eru:
•    At upplýsa um autismu og teir trupulleikar, ið brekið viðførir.
•    At umboða fólk við autismu mótvegis samfelagnum og stovnum.
•    At virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg.
•    At fylgja við gransking og viðgerð.
•    At skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu.

Les meira á www.autisma.fo

Colitis-Crohn Føroyar

Felag fyri fólk við maga- og tarmsjúkum so sum Colitis Ulcerosa og Morbus Crohn og teirra avvarðandi.

Les meira á www.ccf.fo

CP Føroyar - Cerebral paresa

Endamál felagsins er:
•    at bøta um korini hjá fólki við cerebral parese og líknandi lamningi
•    at bøta um almennu umsorgina
•    at økja viðgerðar møguleikarnar, herundir útvegan av viðgerðum og bústovnum
•    at arbeiða fyri og hjálpa við upplæring, útbúgving, arbeiðsmøguleikum og røkt av fólki við Cerebral parese og líknandi lamningi
•    at upplýsa og ráðgeva um brekini, uppruna og avleiðingar teirra
•    at stuðla vísindaligari gransking, fyribyrging og viðgerð
•    at luttaka í norðulendskum og altjóða samstarvi

Les meira á www.cp.fo

Cøliakifelag Føroya

Endamál felagsins:
•    At taka sær av áhugamálunum hjá cøliakisjúklingum í Føroyum.
•    At upplýsa og ráðgeva, serliga nýggjum limum um sjúkuna – hvørjar likamligar, samfelagsligar og fíggjarligar avleiðingar, hon hevur.
•    Felagið røkir áhugamál limanna úteftir.
•    At kunna almenningin um sjúkuna og hvørjar umstøðurnar eru hjá sjúklingunum.
•    At arbeiða fyri at víðka og bøta um tilboðini av glutenfríum vørum í Føroyum soleiðis, at tað fíggjarliga og á annan hátt gerst møguligt hjá cøliakisjúklingum og familjum teirra at liva eitt vanligt lív.
•    At stuðla og samstarva við onnur feløg, sum m.a. røkja somu endamál cøliakisjúklingum í Føroyum at gagni.

Les meira á www.coliaki.fo

Deyvafelag Føroya

Endamál felagsins er at fremja áhugamálini hjá deyvum á øllum økjum, fyri og í skúlaaldri, á útbúgvingarøkinum, vinnuliga, sosialt og mentanarliga.

Les meira á www.deaf.fo

Diabetesfelag Føroya

•    At virka fyri og stuðla áhugamálum teirra, sum hava hava diabetes í Føroyum.
•    At veita upplýsing, ráðgeving og undirvísing um diabetes og kor teirra við diabetes í Føroyum.
•    At stuðla vísindaligari kanning av diabetes.
•    At samarbeiða við onnur feløg, ið virka fyri at bøta um kor teirra brekaðu í Føroyum.
•    At vera við í norrønum og millumtjóða samstarvi viðvíkjandi viðurskiftum teirra, sum hava diabetes.

Les meira á www.diabetes.fo

Epilepsifelag Føroya

Endamál felagsins er:
•    At virka fyri og stuðla fólki við epilepsi og teirra avvarðandi.
•    At veita upplýsing um epilepsi.
•    At arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá fólki við epilepsi, herundir fremjan av viðgerð.
•    At stuðla vísindaligari gransking.
•    At luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi.
•    At savna fólk við epilepsi og onnur við omanfyri nevndu áhugamálum.

Les meira á www.epilepsi.fo

Føroya Astma/Allergifelag

Endamálið við felagnum er at upplýsa og virka fyri støðugari betran av viðgerðarmøguleikum hjá teimum, ið hava astma/allergi og at fremja samstarv millum øll, ið hava við hesar sjúklingar at gera.

Bústaður felagsins er:
Íslandsvegur 10 C
100 Tórshavn
Tel. 51 23 78
bozena@kallnet.fo

Føroya Blindafelag

Felagið arbeiðir fram ímóti:
•    Á einhvønn hátt at røkja áhugamálini hjá blindum og sjón¬veikum.
•    At styðja javnrættindini hjá blindum og sjónveikum í samfel¬agnum.
•    At arbeiða fyri einum samfelag, sum er atkomuligt hjá blindum og sjónveikum.

Les meira her.

Føroya Psoriasisfelag

Endamál felagsins er: 
•    At veita upplýsing um psoriasis. 
•    At finna hóskandi arbeiði og hóskandi frítíðarítriv til psoriasissjúklingar. 
•    At fremja samarbeiði við avvarðandi stovnar, læknar og onnur, ið hava við psoriasissjúklingar at gera.
•    At veita upplýsing um viðgerðarmøguleikar. 
•    At arbeiða fyri ókeypis smyrsli og øðrum til psoriasis.
•    At skipa fyri ferðum til Ísraels og Íslands. 
•    At samarbeiða við psoriasisfeløg á norrønum og altjóða stigi.

Fylg Føroya Psoriasisfelag á Facebook 

Giktafelag Føroya

Endamálini hjá felagnum eru:
•    At umboða og virka fyri áhugamálum hjá øllum borgarum, sum liva við gikt.
•    At kunna um og fremja upplýsingararbeiði viðvíkjandi giktasjúkum og avleiðingum teirra.
•    At kunna veita peningaligan stuðul til ymiskar viðgerðarhættir.
•    At kunna veita stuðul til gransking av giktasjúkum í breiðastu merking.
•    At luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi við onnur giktafeløg.

Les meira á www.gikt.fo

Heilafelagið

Heilafelagið er felag fyri fólk, ið er rakt av apopleksi og afasi og onnur, ið vegna sjúku ella vanlukku eru vorðin seinheilaskadd. Endamálið hjá felagnum er at kunna um seinheilaskaða og at styrkja um fyribyrging, skjóta viðgerð og endurvenjing fyri fólk við seinheilaskaða.

Fylg Heilafelagnum á Facebook 

Hjartafelagið

Endamál felagsins er:
•    At upplýsa og leiðbeina um hjartasjúkur, og eggja til fyribyrgingar av teimum, við at stuðla og seta í verk heilsufremjandi uppalingarvirksemi
•    At røkja felags áhugamál hjá hjarta – og blóðrenslsjúklingum, við at veita stuðul og seta í verk tiltøk á økjum, sum almenna heilsuverkið ikki fevnir um
•    At stuðla vísundaligari gransking av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldum teirra, fyribyrging og viðgerð
•    At umboða Føroyar í útlendskum felagsskapum við líkum endamáli

Les meira á www.hjartafelag.fo

HOYR

Endamál felagsins er:
•    Við fyribyrgjandi tiltøkum í breiðastu merking at arbeiða fyri at varðveita hoyrnina.
•    At arbeiða fyri, at tær dagligu umstøðurnar hjá fólki, við niðursettari hoyrn, vera so góðar sum gjørligt.
•    At upplýsa samfelagið um trupulleikarnar hjá fólki, við niðursettari hoyrn, við atliti til at betra hoyriumstøðurnar.

Les meira á www.hoyr.fo

Høgættarfelagið

Endamál felagsins er at hjálpa teimum, ið stama, og at kunna um viðgerð ímóti staming.

Bústaður felagsins er:
Heiðavegur 4
Tórshavn
Tel. 31 33 79 / 21 33 79

Javni

Endamál felagsins er:
•    Í einum og øllum at stuðla fólki við menningartarni og teimum, sum av teimum varða, og fremja áhugamál teirra
•    At fólk við menningartarni í Føroyum eru og liva á sama støði, sum onnur fólk í Føroyum, sum virkin luttakari í samfelagnum
•    At virka fyri ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. 

Les meira á www.javni.fo

Krabbameinsfelagið

Endamál felagsins er:
•    At gera upplýsingararbeiði til fyribyrging av krabbameini.
•    At veita stuðul til gransking av krabbameinssjúkum.
•    I serligum føri at veita fólki hjálp, sum eru rakt av krabbameini.

Les meira á www.krabbamein.fo

Lymfødemfelagið

Endamál felagsins er at veita stuðul til gransking av lymfodemsjúkuni og at veita upplýsing um sjúkuna.

Bústaður felagsins er:
Mammulág 8
100 Tórshavn
Tel: 31 27 58

Morbus Bechterew

Endamál felagsins er at hjálpa teimum, ið líða av Morbus Bechterew og at breiða kunnleika um sjúkuna.

Bústaður felagsins er:
Niðaragøta 54
188 Hoyvík
Tel. 31 99 95

Nýrafelagið

Endamál felagsins er at virka fyri og stuðla áhugamálum teirra nýrasjúku, við serligum atliti til dialysusjúklingar og transplanteraði, og at veita upplýsing og ráðgeving um nýrasjúku.

Bústaður felagsins er:
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Tel. 21 54 50
jorunh@olivant.fo

Fylg Nýrafelagnum á Facebook 

Parkinsonfelagið

Endamál felagsins er:
•    At betra viðurskiftini hjá Parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi við
at stuðla teimun í felag og einsæris.
•    At veita upplýsing um sjúkuna, soleiðis at læknar og almenningurin fær
innlit í viðurskiftini hjá sjúklingnum.
•    At veita stuðul til gransking av Parkinsonsjúkuni.
•    At luttaka í norðurlenskum og altjóða samstarvi.

Les meira á www.parkinson.fo

Sclerosufelagið

Viðtøkurnar hjá felagnum eru sambært viðtøkunum hjá danska Sclerosefelagnum, hvørs endamál eru:
•    At stuðla vísindaligari gransking.
•    At stuðla og ráðgeva fólki við sclerosu og familjum teirra.
•    At veita kunning um sjúkuna.
•    At stuðla undir raksturin av Sclerosusjúkrahúsunum í Ry og Haslev og Dronningens Ferieby í Grenaa.

Meira kunning á www.sclerosufelag.fo

Sinnisbati

Aðalendamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá fólki, ið hava sinnisórógv og avvarðandi teirra, herundir: 
•    At veita upplýsing og kunning um sinnisórógv og sjúku. 
•    At skipa fyri tiltøkum og átøkum sum tæna málbólki okkara. 
•    At samskipa verkætlanir, sum tæna málbólki okkara og lýsir viðuskifti teirra. 
•    At arbeiða fyri, at børn og ung við sinnisórógv og sjúku, verða veitt hjálp/stuðul/ráðgeving, ið er neyðug hjá hesum bólki í samfelag okkara. 
•    At arbeiða við politiskari upplýsing og yvirskipað tæna okkara málbólki í at fáa betri sømdir at virka undir, í samfelagnum. Hetta skal gerast við at vera rødd teirra í miðlum, politiskum málum og í samfelagsviðuskiftum sum heild. 
•    At stuðla undir fyribyrgjandi tiltøkum, átøkum, gransking og øðrum, ið kann virka sálarheilsufremjandi.

Les meira á www.sinnisbati.fo

Stoffskiftisfelagið

Stoffskiftisfelagið vil vera við at varpa ljós á sjúkuna og viðgerðarmøguleikar fyri at betra um lívsgóðskuna hjá stoffskiftissjúklingum.

Les meira á www.stoffskifti.fo