Heilsugott lív
Tú kanst fremja tína heilsu við nøkrum virknum valum í gerandisdegnum. Tað kanst tú eitt nú gera við at eta fjølbroytt, vera kropsliga virkin, raðfesta svøvn og ansa eftir tínum sálarliga trivnaði. Við at avmarka royking og rúsdrekka minkar tú samstundis um vandan fyri ymsum sjúkum. Smáar broytingar kunnu hava stóra ávirkan, og við at skapa heilsugóðar vanar, ert tú við til at fyribyrgja sjúku og betra lívsgóðskuna.
Hvussu hevur tú tað?
Stóra afturvendandi fólkaheilsukanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðuna hjá føroyingum.
Royking, tubbak & nikotin
Tubbaksroyking er tann einstaki tátturin, sum hevur størst negativa ávirkan á okkara heilsu.
Rørsla
At vera kropsliga virkin hevur týðandi heilsuágóðar fyri hjartað, kroppin og sinnið.
Rúsdrekka
Aðaltilmælið hjá Heilsustýrinum er: Drekk minst møguligt, tí at eingin rúsdrekkanýtsla er heilt vandaleys fyri heilsuna.
Kostur
Heilsustýrið er í løtuni partur av arbeiðinum at menna nýggj, føroysk kostráð.