Skráir
Heilsustýrið varðar av føroyska biobankanum og skipar, umsitur og mennir nógvar ymsar heilsuskráir. Skráirnar savna og skipa heilsu- og sjúkuupplýsingar um føroyingar, og hetta er til gagns fyri bæði sjúklingar og heilsustarvsfólk, eins og upplýsingarnar kunnu nýtast til fyrisitingarlig endamál í heilsuverkinum og til gransking.
Ættarbandsskráin
Ættarbandsskráin er ein ættartalva fyri allar føroyingar frá uml. 1650 til í dag.
Vevnaðarskráin
Vevnaðarskráin er biobankin hjá Heilsustýrinum.
Diagnosuskráin
Í Diagnosuskránni eru upplýsingar um diagnosur og aðrar heilsuupplýsingar.
Genomskráin
Genomskráin er ein skrá, sum inniheldur ílegudátur og aðrar upplýsingar, sum koma frá menniskjavevnaði.
Krabbameinsskráin
Allir nýggir tilburðir av krabbameini í Føroyum verða skrásettir í Krabbameinsskránni.
CP-skráin
Í skránni eru upplýsingar um øll við diagnosuni, Cerebral Paresa, sum eru fødd ella búsitandi í Føroyum
PKU-kort
Øll foreldur at børnum, sum verða fødd í Føroyum, fáa tilboð um at lata barnið kanna fyri 25 álvarsligar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar tíðliga.
Tvíburaskráin
Tvíburaskráin er ein dátugrunnur við øllum tvíburum, sum eru føddir í Føroyum síðani 1700.
Landssjúklingaskráin
Landssjúklingaskráin er grundarlag fyri ráðlegging innan heilsuverkið og mennir undirstøðukervið til heilsugransking.
Aðrar heilsuskráir
Ætlanin er, at Heilsustýrið skal umsita og menna fleiri nýggjar heilsuskráir.
Gransking í skráunum
Fyri at fáa atgongd til dátur úr skráunum hjá Heilsustýrinum krevst ein sáttmáli umframt aðrar góðkenningar frá myndugleikum.