Reinføri og reingerð

Smittuverja

Fyribyrging av smittubreiðslu er ein felags ábyrgd hjá myndugleikum, ráðgevandi stovnum og stovnsleiðslum. Endamálið er at verja sjúklingar, borgarar, starvsfólk og avvarðandi móti smittu, tá tey uppihalda sær á stovnum undir heilsuverkinum.

03. oktober 2024

|

Smittuverja,

Infektiónsreinføri

Smittuverjufrøðingur er í Sjúkrahúsverki Føroya, sum varðar av økinum økinum fyri alt landið og kann veita ráðgeving, vegleiðing og undirvísing.

Smittubreiðsla í heilsuverkinum kann fara fram í sambandi við mannagongdir innan kanningar, viðgerð, røkt og endurvenjing. Allar mannagongdir eiga tí at verða lagdar til rættis og fremjast við størsta atliti til smittuvandan. Almennu smittuverjufyriskipanirnar, sum øll í heilsuverkinum skulu fylgja, minka um ella forða fyri mest vanligu smittuvegunum og eru sostatt grundsúlan í smittufyribyrgingini. Støði verður tikið í smittuverjufyriskipanunum hjá Statens Serum Institut NIR (Nationale Infektionshygiejniske Retningslinjer). 

Megintættirnir í at fyribyrgja smittubreiðslu eru annars hondreinføri, nýtsla av arbeiðsbúna, persónlig verndarútgerð, rættar mannagongdir innan reingerð, sóttreinsan, sterilisatión og røtt handfaring av klæðum, sjúklingaúrskiljingum og ruski umframt at starvsfólk fylgja ásettum mannagongdum. Les meira um einstøku tættirnar niðanfyri.

Hondreinføri

Hondreinføri er fremsta valið.

Hondreinføri skal brúkast:

  • Áðrenn allar reinar mannagongdir

  • Áðrenn allar ikki reinar mannagongdir

  • Eftir nýtslu av handskum

Sjúklingar/borgarar, vitjandi og veitarar eiga at fáa vegleiðing í og verða eggjað til at brúka hondreinføri. 

Arbeiðsbúni

Heilsustarvsfólk eiga at vera í einum reinum arbeiðsbúna í sínum arbeiði.

Arbeiðsbúnin skal:

  • Hava stuttar ermar

  • Vera vardur við einum einnýtisplastfyriklæði e.l., tá vandi er fyri dálking í beinleiðis sambandinum við ein sjúkling/borgara, ella tá starvsfólkið hevur samband við útgerð og nærumhvørvi.

  • Skiftast hvønn dag, og tá hann verður vátur ella skitin.

  • Vera vardur við einum einnýtisplastfyriklæði í sambandi við handfaring av mati.

Persónlig verndarútgerð

Persónlig verndarútgerð skal verða brúkt fyri at verja:

  • arbeiðsbúnan móti dálking

  • húðina móti dálking

  • andlitið móti sprutti

  • heilsustarvsfólk móti smittu og móti, at starvsfólk smitta onnur

Personlig verndarútgerð fevnir um handskar, einnýtisplastfyriklæði, einnýtiskittil, munnbind, verndarbrillur og visir.

Personlig verndarútgerð:

  • er persónlig og til einnýtisnýtslu

  • skal skiftast eftir hvønn sjúkling/borgara og eftir bæði reinar og ikki-reinar fyriskipanir

  • skal beinast burtur eftir nýtslu. Brúka altíð hondreinføri, eftir at tú ert farin úr verndarútgerð.

Mælt verður til, at avvarðandi fáa vegleiðing í at brúka verndarútgerð, um tey luttaka í røktini.

Til ber at lesa nærri um einstøku verndarútgerðina her

Reingerð av hølum og innbúgvi

  • Seingjarstovan, innbúgv, kontaktpunkt og aðrir flatar, sum kunnu verða dálkaðir, skulu vaskast javnan við vanligum reingerðarevni.

  • Tá ið slett av blóði, sekreti ella ekskreti síggjast, verður hetta turkað beinanvegin við einnýtistilfari, og yvirflatin verður vaskaður.

  • Vanlig reingerð er nøktandi, um nøgdirnar, sum verða slettar, eru smáar.

  • Tá talan er um størri nøgdir, verður sóttreinsað við hóskandi evni, eftir at tað er vaskað.

  • Brúka altíð handskar, tá tú gert reint ella sóttreinsar og gáa eftir glasbrotum og øðrum hvøssum lutum.

  • Brúka hondreinføri, tá tú ert farin úr handskunum.

At gera útgerð og tól (utensiliir) klár at endurnýta

  • Útgerð og tól verða vaskað, vaskað og sóttreinsað ella vaskað, sóttreinsað og steriliserað, tá tey eru brúkt. Hetta verður gjørt sambært yvirlitinum við tilmælum um dekontaminering og sterilisering af kritiskari útgerð, semikritiskari útgerð og ikki-kritiskari útgerð (sí kap. 5.5 í NIR).

  • Hitasóttreinsan eigur at verða fyrstavalið.

  • Útgerð, sum ikki tolir hitasóttreinsan, ella tá henda ikki er tøk, verður sóttreinsað við hóskandi evni.

  • Einnýtisútgerð verður beind burtur eftir brúk.

Handfaring av sjúklingaúrskiljingum og royndartilfari

  • Brúka altíð handskar og møguliga einnýtisplastfyriklæði, tá tú fæst við úrskiljing (t.d. blóð, sekret, ekskret) hjá einum sjúklingi/borgara, og ansa tær fyri sprutti.

  • Drenskipanir skulu tryggjast, so tað slepst undan lekum til umhvørvið.

  • Royndartilfar skal pakkast inn og flutningurin skal vera vandaleysur.

  • Ansa eftir, at innpakningurin ikki verður dálkaður á útsíðuni.

  • Tá royndir verða sendar við posti, skulu góðkendir brævbjálvar verða brúktir.