Sálarlig heilsa

Sálarlig heilsa

Sálarlig heilsa snýr seg um, hvussu tú kennir teg fyri og trívist í gerandisdegnum og um tíni evni at handfara við- og mótgongd, sum lívið hevur at bjóða.

27. november 2024

|

Sálarlig heilsa

Sambært heimsheilsustovninum, WHO, er sálarlig heilsa:

...ein støða av trivnaði, har tú sum menniskja kanst menna og royna tína evni, handfara avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, vera partur av sosialum sambondum og megnar at geva íkast til felagsskapin.

Heilsustýrið tekur støði í hesi allýsingini, tá arbeitt verður við sálarligari heilsu.

Heilsustýrið arbeiðir við at varpa ljós á sálarliga heilsu eins og likamliga heilsu, tí tað hevur eins stóran týdning, at vit hava tað gott, trívast og virka í gerandisdegnum – hava eina góða sálarliga heilsu – eins og vit hava eina góða likamliga heilsu. Likamliga og sálarliga heilsan eru knýttar at hvørji aðrari, so um vit ansa eftir okkara likamligu heilsu, hava vit betri fortreytir fyri at kenna okkum væl fyri sálarliga og øvut. Góð sálarlig heilsa fremur lívsgóðskuna og virkar móti tunglyndi og angist.

Allýsingin hjá WHO leggur dent á, at sálarlig heilsa snýr seg um meira og annað enn at halda sálarligar sjúkur og trupulleikar burtur. Sambært WHO er sálarlig heilsa ein liður, sum er tvunnin saman við heilsu og vælveru, og sum stuðlar undir okkara evni at taka avgerðir, uppbyggja sambond og vera við til at mynda heimin, ið vit liva í, bæði í felag og sum einstaklingur. Sálarlig heilsa er grundleggjandi mannarættindi og hevur avgerandi týdning fyri sosiobúskaparliga, persónliga og felags menning.

Hugtakið sálarlig heilsa hevur tvær dimensjónir, ið báðar hava týdning:

  • Eina upplivingardimensjón: at uppliva at hava tað gott, at vera glað/ur sum heild, vera nøgd/ur við seg sjálva/n og egið lív.

  • Eina virkisdimensjón: at virka væl í gerandisdegnum í samspæli við onnur og vera partur av felagsskapum og handfara avbjóðingar í gerandisdegnum.

Sálarlig heilsa er ein samansett og samfeld heild (continuum), ið fólk uppliva ymiskt og við ymiskum stigum av trupulleikum og strongd og møguliga sera ymiskum sosialum og kliniskum úrslitum. Sálarlig heilsustøða fevnir bæði um sálarliga vælveru, sálarligar trupulleikar og psykiatriskar sjúkur. Størri sannlíkindi eru fyri, at fólk við sálarligum trupulleikum uppliva lægri stig av trivnaði, men hetta er ikki altíð ella neyðturviliga so. Sálarliga heilsustøðan kann broytast og ígjøgnum lívið eru tey flestu í samband við okkurt slag av sálarligum trupulleikum gjøgnum egnar upplivingar ella gjøgnum ein av sínum nærmastu.

Avgerandi tættir fyri sálarliga heilsu

Bæði ymiskir einstaklinga-, sosialir- og strukturellir tættir kunnu í samspæli við hvør annan vera við til at verja ella bróta niður sálarligu heilsuna, so sálarliga heilsustøðan broytist. Tað vil siga, at samspælið millum viðurskifti á einstaklinga, sosialum og strukturellum stigi kann viðvirka til, at vit kunnu flyta okkum frá sálarligari vælveru til at fáa sálarligar trupulleikar ella umvent. Talan er sostatt um viðurskifti á samfelagsstigi, í nærumhvørvinum og viðurskifti hjá einstaklinginum.

Hóast vandatættir fyri sálarligum trupulleikum kunnu vísa seg gjøgnum alt lívið, so er tað serliga í barndóminum og menningarviðkvæmu tíðarskeiðunum í lívinum, at váðarnir kunnu vera serliga skaðiligir. Verjandi tættir eru somuleiðis eisini gjøgnum lívið og kunnu hava positiva ávirkan á sálarligu heilsuna og styrkja mótstøðuførið.

Sálarliga heilsan verður ávirkað av nógvum ymiskum viðurskiftum so sum t.d. lívfrøðiligum, sálarligum og sosialum tættum. Arvafrøðiligt viðbrekni fyri sálarligum trupulleikum, negativar upplivingar í uppvøkstrinum, fátækradømi, harðskapur, happing, mismunur, marginalisering og aðrar hendingar í lívinum økja um vandan fyri, at sálarligir trupulleikar kunnu íkoma.

Sosialir og kensluligir førleikar og eyðkenni hjá tí einstaka, positivt sosialt samspæl við onnur, útbúgvingar við góðari góðsku, trygg grannaløg, virðiligt arbeiði og savningarmegi í nærumhvørvinum eru við til at verja sálarligu heilsuna. Í mun til atferð hjá einstaklinginum eru ymisk sløg av kropsligum, sálarligum, sosialum og andaligum virksemi, kenslan av at hoyra til ein felagsskap og at vera hugbundin í virksemi, ið gevur meining fyri einstaklingin, eisini við til at varðveita og styrkja sálarligu heilsuna.

Hóast samspælið millum verjandi tættir og vandatættir eru við til ávikavist at styrkja og niðurbróta sálarligu heilsuna, so fáa tey flestu ikki neyðturviliga sálarligar trupulleikar, hóast tey eru útsett fyri einum vandatátti og somuleiðis fáa fólk, sum ikki hava verið útsett fyri vandatættum, sálarligar trupulleikar. Tess fleiri vandatættir ein er útsettur fyri, tess størri er vandin fyri at fáa sálarligar trupulleikar, men verjandi tættirnir kunnu vera við til at minka um negativu ávirkanina.

Heilsustýrið arbeiðir við at fremja sálarliga heilsu og fyribyrgja sálarligar trupulleikar við upplýsing, ráðgeving, vegleiðing og við at betra um karmar í Føroyum, ið kunnu fremja sálarligu heilsuna hjá íbúgvunum. Heilsustýrið savnar eisini vitan um sálarligu heilsuna hjá fólki í Føroyum gjøgnum spurnabløð og fokusbólkasamrøður.