Granskari
Umboðan í útgávum
03. oktober 2024
Í sambandi við vísindaliga útgávu av granskingarúrslitum verður Heilsustýrið umboðað soleiðis í útgávuni:
Uttan vísindaliga luttøku
Um útgávan heilt ella lutvíst byggir á dátur, sum eru innsavnaðar av og/ella verða goymdar hjá Heilsustýrinum, so verður hesin teksturin lagdur afturat í viðurkenningunum (aknowledgements): "Hetta arbeiðið er bygt á dátur frá Heilsustýrinum”.
Vísindalig luttøka
Í sambandi við umboðan í høvundarøðini av vísindarligum útgávum verður útgangsstøði tikið í Vancouver-reglunum, eisini kendar sum ICMJE Recommendations (International Committee of Medical Journal Editors), har tað millum annað stendur:
Umboðan í høvundarøðini eigur í høvðusheitum at byggja á krøvini a-d frá Vancouver-reglum 1, og allir persónar, sum lúka hesi krøv, skulu takast við sum rithøvundar:
a. Tíðandi íkast til hugskotið ella sniðgevingini av arbeiðinum ella fáa til vega, greina ella tulka dátur til arbeiðið, og
b. tilrættislegging av útgávum ella kritiska viðgerð av hugvísindaligum innihaldi, og
c. endaliga góðkenna útgávuna, og
d. avtalu um at verða ábyrgdarpersónur fyri partar av arbeiðinum fyri at tryggja, at spurningar í sambandi við rættleika av dátum verður kannaður á nøktandi hátt.
Heilsustýrið og starvsfólk skulu ikki neyðturviliga takast við á vísindaligar útgávur, men útgangsstøði verður tikið í omanfyri nevndu reglum.