Um okkum

Serfrøðingabólkurin

Nakrir fastir serfrøðingar innan ymisk viðkomandi fakøki eru knýttir at Heilsustýrinum.

15. november 2024

|

Ráðgeving

Limirnir í Serfrøðingabólkinum hjálpa Heilsustýrinum at halda eyga við gongdini á ymsu fakøkjunum, ráðgeva innan serøki og luttaka í fyrireikandi lógararbeiði. Limirnir eru settir fyri tvey ár í senn, men til ber at leingja tíðarskeiðið.

Serfrøðingabólkurin er mannaður soleiðis:

  • Shahin Gaini, serlækni í infektiónsmedisini

  • Pál Weihe, serlækni í arbeiðsmedisini

  • Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum (gynækologi)

  • Súsanna Reinert Petersen, serlækni í psykiatri

  • Birna Mørkøre, landsdjóralæknin

  • Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi

  • Rannvá Christiansen, ljósmóðir

  • Torkil á Steig, serlækni í internum medisini, yvirlækni

  • Gunnhild Helmsdal, kommunulækni

  • Tóra Petersen, sálarfrøðingur

  • Bjarni á Steig, tilbúgvingarleiðari fyri Føroyar