Sálarlig heilsa
ABC fyri sálarliga heilsu
Endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum føroyingar. Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, ið ger lívið vert at liva. Tað hevur eins stóran týdning at ansa eftir og varðveita góða sálarliga heilsu og tað hevur at ansa eftir kropsligu heilsuni.
27. november 2024
|
ABC,
Sálarheilsa
ABC fyri sálarliga heilsu er eitt sálarliga heilsufremjandi átak, sum hevur sín uppruna í avstralska átakinum ”Act Belong Commit”. Átakið kom til Føroya í 2016, tá táverandi Fólkaheilsuráðið fór undir arbeiðið við ABC fyri sálarliga heilsu. Fleiri skandinavisk lond arbeiða við ABC fyri sálarliga heilsu, har átakið hevur sama heiti. Síðani Heilsustýrið varð sett á stovn 1. jan. 2023 hevur átakið ligið her.
Arbeitt verður við ABC fyri sálarliga heilsu á ymiskum stigum. Á samfelags- og bólkastigi verður dentur lagdur á at skapa eitt sálarliga heilsufremjandi umhvørvi millum íbúgvarnar í Føroyum. ABC fyri sálarliga heilsu hevur øll árini strembað eftir at skapa samstørv við kommunur, feløg og stovnar, ið kunnu vera við til at skapa betri karmar fyri góðari sálarligari heilsu í Føroyum. Hetta er eitt týðandi netverk av ABC-samstarvsfeløgum, ið m.a. skipa fyri virksemi og átøkum, ið kann vera við til at styrkja, skipa og menna felagsskapir, ið geva meining fyri tann einstaka, og sum øll kunnu verða partur av.
Ein týðandi partur í ABC fyri sálarliga heilsu er eisini at veita upplýsing og ráðgeving um, hvør atferð er við til at varðveita og styrkja góða sálarliga heilsu, uttan mun til sálarliga heilsustøðu. Dentur verður lagdur á at fáa einstaklingin at røkja og fremja sálarligu heilsuna, tí tað ber til at ávirka sálarligu heilsuna hjá sær og øðrum.
Ver virkin, ver saman, ver hugbundin
ABC fyri sálarliga heilsu er eitt átak, sum er grundað á gransking og er fyri øll uttan mun til aldur, mentan, sosialt grundarlag og sálarliga heilsustøðu. Átakið leggur dent á, hvør atferð skal til fyri at betra um og varðveita góða sálarliga heilsu, og snýr seg sostatt ikki bert um vandarnar fyri sálarligum trupulleikum, men fevnir eisini um alt tað, sum fremur trivnað og styrkir okkum sum menniskju.
Við trimum granskingargrundaðum og ítøkiligum boðskapum, A) ver virkin, B) ver saman og C) ver hugbundin, ber til at varðveita og styrkja sálarligu heilsuna. Boðskapirnir snúgva seg um at vera virkin á ymiskan hátt, vera partur av einum felagsskapi og hava kensluna av at hoyra til og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin. Til ber at fylgja ABC-boðskapunum á alskyns mátar og á ymiskum stigum. Til dømis kunnu vit gera okkurt gott fyri onnur, vera partur av einum bindiklubba, fótbóltsliði, byrja eitt nýtt kór, telva ella spæla borðspæl, tosa við grannan, fara ein gongutúr ella niðan í hagan og binda frið.
Tað snýr seg um at finna útav, hvat gevur lívinum meining, gleði og innihald fyri tann einstaka. Hetta er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum, tí tað hevur týdning, at vit hava kenlsuna av at hava okkurt og onkran at fara upp til um morgunin.
ABC fyri sálarliga heilsu hevur í sær tríggjar ítøkiligar boðskapir, sum vit møguliga ikki fáa raðfest, hava orku til í gerandisdegnum, ella sum vit longu kenna, men hava gloymt. Hesir boðskapir eru einfaldir og ein jalig leiðbeining, sum tað hevur týdning at raðfesta fyri at ansa eftir og styrkja okkara sálarligu heilsu:
Ver virkin: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.
Ver saman: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av.
Ver hugbundin: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum.
Les meira um einstøku partarnar her:
Ver virkin
Tess fleiri ymiskar mátar vit eru virkin, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna. Gransking vísir, at fólk, sum eru virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga, hava betri sálarliga heilsu enn tey, ið ikki eru virkin. Tá vit eru virkin, kenna vit okkum glaðari og megna somuleiðis betri at handfara avbjóðingar í gerandisdegnum.
Ver kropsliga virkin
At vera kropsliga virkin er gott fyri bæði kropsligu og sálarligu heilsuna. Tú kanst vera kropsliga virkin uppá nógvar ymiskar mátar og á nógvum ymiskum støði. Tú kanst fara ein gongutúr, rennitúr, svimjitúr, spæla hondbólt ella badminton, dansa til títt yndislag ella gera reint. Kropsligt virksemi kann minka um sálarligar trupulleikar sum angist og tunglyndi. Ger kropsligt virksemi, sum tær dámar væl, tí tað økir um kjansin fyri at tú gert tað oftari. At vera virkin saman við øðrum kann gera virksemið stuttligari og eggja til at tú heldur á fram. Kropsligt virksemi úti í náttúruni hevur enn fleiri ágóðar við sær fyri sálarligu heilsuna.
Ver sosialt virkin
Tú kanst vera sosialt virkin, tá tú ert saman við familju, vinum, starvs- ella floksfeløgum, tosar við grannan ella fólk tú kennir til handils, tú kanst vera partur av onkrum frítíðarfelagsskapi sum t.d. kóri, veving, leir ella taka lut í øðrum sosialum virksemi. At vera partur av ymiskum felagsskapum kann tryggja tær eitt sosialt netverk, sum kann vera til gagns bæði í mótgongd og viðgongd.
Ver sálarliga virkin
At vera sálarliga virkin snýr seg um at hugsavna seg um eitthvørt. Tú kanst vera sálarliga virkin, tá tú lesur eina bók, loysir krossorðagátu, spælir borðspæl, fert í biograf ella vitjar eitt listasavn. At læra okkurt nýtt og at megna at loysa eina uppgávu sum t.d. sudoku stuðlar undir sjálvsáliti og trúnna á egnar førleikar.
Ver andaliga virkin
At vera andaliga virkin kann hava ymiskan týdning fyri ymisk fólk. Tú kanst vera andaliga virkin á ymiskan hátt: tá tú fert til gudstænastu ella á møti, venur joga, fert ein friðarligan túr í náttúruni - í eini viðarlund, í fjøruni ella í haganum. Tú kanst eisini vera andaliga virkin, tá tú tosar við ein vin um lívsins stóru spurningar. Yvirskipað snýr tað seg um at finna frið, hugdýping og minka um kensluna av strongd.
Ver saman
Tað hevur stóran týdning fyri okkum menniskju og okkara sálarligu heilsu, at vit hava kensluna av at hoyra til og vera partur av einum felagsskapi. Tá vit taka lut í sosialum virksemi, økja vit um møguleikan at koma at kenna onnur og fyri at gerast partur av einum felagsskapi. Um vit við jøvnum millumbilum taka lut í ymiskum sosialum virksemi, økja vit um møguleikan fyri at gerast partur av fleiri sosialum felagsskapum. Tess fleiri góð sosial sambond vit hava við onnur, tess betri eru sannlíkindini fyri einum góðum sosialum netverki, ið er viðvirkandi til, at vit eru før fyri at handfara avbjóðingar, ið lívið hevur at bjóða. Tað er gjøgnum sosialu sambondini, at vit kunnu fáa bæði kensluligan og praktiskan stuðul.
At vera virkin saman við øðrum kann styrkja sálarligu heilsuna. Sosial sambond við onnur sum t.d. vinir, familju, starvs- ella floksfelagar hava ómetaliga stóran týdning fyri okkara sálarligu heilsu, tí tey eru við til at geva okkum kensluna av at hoyra til. Tá vit eru partur av ymiskum felagsskapum, gevur tað íkast til okkara samleika og sjálvskenslu. Talan kann vera um stórar og smáar bólkar í nærumhvørvinum ella bólkar, sum fevna um alt landið ella altjóða netverk. Felagsskapirnir kunnu vera ymiskir og kunnu t.d. fevna um ein matklubba, lesiring, gongufelag, tónleikabólk, gamlan vinabólk, ein felagsskap á netinum ella tey, tú gongur til frítíðarítriv saman við.
Tilflytarar úr øðrum londum kunnu mangla netverk og stuðul frá familju og vinum. Í hesum førum kunnu nýggir felagsskapir skapast á arbeiðsplássinum, í skúlanum hjá børnunum, í fríðarfeløgum ella við at møta øðrum tilflytarum. At taka lut í virksemi og feløgum í nærumhvørvinum fremur felagsskapin og er við til at skapa góða sálarliga heilsu.
Ver hugbundin
At vera hugbundin snýr seg um at binda seg til eitthvørt við fullum huga og fáast við okkurt, sum er við til at geva eina kenslu av meining og endamáli í lívinum. At vera hugbundin kann snúgva seg um at eydnast við eini uppgávu ella avbjóðing – eisini teimum smáu-, royna okkurt nýtt, gera sjálvboðið arbeiði ella at hjálpa øðrum við onkrum. Tá tú eydnast og gert okkurt, ið tú ert errin av, kann tað geva eina kenslu av at avrika, eina sterkari sjálvskenslu og tú byggir títt sjálvsvirði og sjálvsálit upp. Við eini kenslu av meining og trúgv uppá at lívið er vert at leggja orku í, ella at ymiskt í lívinum er áhugavert, er betri grundarlag fyri at taka móti teimum avbjóðingum, ið lívið hevur at bjóða, tá tú møtir mótstøðu í lívinum.
At vera hugbundin kann snúgva seg um t.d. at royna eina nýggja uppskrift, hjálpa onkrum eldri, klára seg væl í sínum starvi ella læra eitt nýtt mál. Tess meira vit hugbinda okkum í eini uppgávu, søk ella verkætlan, tess størri kenslu av sjálvsvirði og lívsgleði fáa vit. Tá vit gera okkurt gott fyri onnur ella hjálpa teimum, ið hava tað torført, gevur tað okkum eina kenslu av meining, og hetta kann hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna hjá teimum, vit hjálpa og hjá okkum sjálvum.
ABC-samstarvsfelagar
Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum við ABC fyri sálarliga heilsu snýr seg um at skapa og styrkja eitt sálarliga heilsufremjandi umhvørvi kring landið í Føroyum. Kommunur, stovnar og feløg hava møguleika at gerast partur av einum ABC-samstarvi. ABC-samstarvsfelagar møtast fýra ferðir um árið og binda seg til at hava ein ella fleiri ABC-samskipara/r, ið hava til endamáls at breiða út boðskapin um ABC fyri sálarliga heilsu til sínar málbólkar og seta átøk í verk, sum kunnu fremja trivnað og góða sálarliga heilsu. Við ABC-samstarvsfeløgum røkka vit betri út til nærumhvørvið hjá íbúgvunum í Føroyum, og hetta skapar eitt betri grundarlag fyri at arbeiða við ABC fyri sálarliga heilsu á fleiri stigum í samfelagnum.
Í løtuni eru hesar kommur, stovnar og feløg ABC-samstarvsfelagar:
Klaksvíkar kommuna, Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Hvalbiar kommuna, Vágs kommuna, Vága kommuna, Sands kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna, Vestmanna kommuna, Kommunufelagið, Ítróttasamband Føroya, Fótbóltssamband Føroya, Psykiatriski depilin, Fróðskaparsetur Føroya, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Sinnisbati, Sinnisbati Ung, Lívdin, Gigni, Almannaverkið, SSP, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Psykoterapeutfelag Føroya, Javni, Brúgvin eftirskúlin, Húsarhaldsskúli Føroya, Hagafelagið og ítróttarfelagið Frælsi.