Tilbúgving
Yvirvøka av smittusjúkum
Føroysku heilsumyndugleikarnir halda áhaldandi eyga við útbreiðsluni av ymsum smittusjúkum bæði í Føroyum og uttanlands.
27. november 2024
|
Smittusjúka,
Yvirvøka
Nakrar av sjúkunum eru ógvuliga vanligar í Føroyum, t.d. influensa, meðan aðrar so sum meslingar ikki eru vanligar longur orsakað av koppseting. Nakrar sjúkur hava ongantíð víst seg í Føroyum, men kortini er neyðugt at hava eina tilbúgvingarætlan klára, um nú ein sjúkutilburður skuldi víst seg her.
Heilsustýrið heldur eyga við smittustøðuni bæði av vanligum og óvanligum sjúkum í Føroyum, í grannalondum og á heimsstigi. Endamálið er at tryggja, at so fá sum gjørligt verða sjúk.
Heilsustýrið umsitur tilbúgvingina í heilsuverkinum og farsóttarlógina og hevur ein ráðgevandi leiklut í sambandi við útbrot av smittusjúku og farsóttum. Heilsustýrið skal veita upplýsing og vegleiða myndugleikum, stovnum og almenninginum um, hvussu vit fyribyrgja og handfara smittuútbrot.
Tá tilbúgvingarátøk verða sett í verk, verður tað altíð gjørt í samstarvi við aðrar avvarðandi partar so sum sjúkrahúsverkið og onnur. Styrelsen for Patientsikkerhed í Danmark virkar sum fakligur ráðgevi hjá Heilsustýrinum. Statens Serum Institut ger summar torførar greiningar fyri Heilsustýrið.
Tá tilburðir av ávísum smittusjúkum verða staðfestir í Føroyum, skulu heilsustarvsfólk senda fráboðan um hetta til Heilsustýrið. Les meira her.