Heilsudátur
Nýtsla av heilsudátum
Heilsudátur verða brúktar til at menna og betra heilsuverkið eitt nú við gransking og góðskumenning. Heilsudátur kunnu hjálpa okkum at finna orsøkina til sjúku og meta um, hvat gagn ávísar viðgerðir hava.
Heilsudátur verða fremst av øllum brúktar til viðgerð.
25. november 2024
|
Heilsudátur
Tá heilsustarvsfólk skráseta upplýsingar í tína journal, er tað fyri at tryggja, at allar týðandi upplýsingar um teg, tína sjúku og viðgerð eru skjalfestar, soleiðis at øll, sum eru partur av tíni viðgerð, hava somu vitan.
Heilsudátur verða eisini brúktar til annað enn viðgerðarendamál. Heilsustýrið savnar eitt nú dátur í ymsar skráir, sum verða brúktar til umsiting, góðskumenning og gransking. Tá ið heilsudátur verða brúktar við øðrum endamáli enn viðgerð, verður ikki lagdur dentur á einstaka persónin, men leitað verður í staðin eftir sambondum og mynstrum.
Umsiting
Heilsumyndugleikarnir brúka heilsudátur, tá teir skulu eitt nú taka avgerðir, til útlutan av starvsfólki og fígging og til uppfylging. Tá ein nýggj ætlan skal leggjast politiskt ella lóggáva gerast, er t.d. umráðandi at kenna hagtøl og gongdina fyri ávísar sjúkur og fyri innleggingar.
Góðskumenning
Heilsustarvsfólk brúka heilsudátur fyri at fáa vitan um virknaðin av sjúkuviðgerðini og fyri at tryggja, at øll fáa bestu viðgerðina. Á eini deild á einum sjúkrahúsi kunnu tey t.d. brúka heilsudátur til at fylgja við í, um serlig átøk við eitt nú kosti hava nakra ávirkan. Til ber eisini at fylgja við í, um nógvar endurinnleggingar eru, og hvør orsøkin til tær er. Er orsøkin eitt nú infektiónir, kann vera, at setast skal inn fyri at bøta um reinførið.
Gransking
Granskarar kunnu søkja um loyvi til at brúka heilsudátur til granskingarverkætlanir, ið lúka ávísar treytir. Gransking í heilsudátum kann m.a. vera við til at finna orsøkina til sjúkur eins og meta um virknað og hjáárin av sjúkuviðgerð.
Heilsustýrið umsitur fleiri ymsar heilsuskráir, sum verða brúktar til gransking.
Les meira um skráirnar her.