Sjúka og viðgerð
PKU-kort
Øll foreldur at børnum, sum verða fødd í Føroyum, fáa tilboð um at lata barnið kanna fyri 25 álvarsligar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar tíðliga.
09. desember 2024
|
PKU-kort,
PKU
Mannagongdin í kanningini er, barnið fær eitt prik í hælin 48-72 tímar eftir føðing, har ein blóðroynd verður tikin. Blóðið verður koyrt á eitt serligt filtpappír, eitt sonevnt PKU-kort.
PKU-kort
PKU-kortið eitur eftir fyrstu sjúkuni, sum kannað var fyri, Phenylketonuri (føllingssjúka), stytt PKU.
Hælblóðroyndirnar (PKU-kortini) verða sendar til Statens Serum Institut (SSI) í Danmark og eru partur av kanningunum, sum stovnurin fremur av øllum børnum, sum verða fødd í danska ríkinum. Blóðroyndirnar eru tøkar til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verður avlopstilfarið sent til Føroya í varðveitslu hjá Heilsustýrinum. Blóðroyndirnar verða partur av teim skráum, sum Heilsustýrið umsitur, og kunnu brúkast til gransking, um samtykki verður givið til tað.
Kunningarskriv frá Statens Serum Institut um goymslu av royndum.
Sjúkurnar
Síðani 1986 hava allir nýføðingar í Føroyum fingið tilboð um kanningina, ið við árunum er víðkað til at fevna um alt fleiri sjúkur. Kanningarnar fevna í løtuni um 25 álvarsligar, viðføddar sjúkur. Fyri allar sjúkurnar er galdandi, at tær vísa seg eftir føðing, summar brádliga og aðrar so líðandi, og tær kunnu elva til álvarsligt mein. Felags fyri allar sjúkurnar er eisini, at tær kunnu viðgerast. Verða tær funnar tíðliga, og verður barnið sett í skjóta viðgerð, fær tað í flestu førum ikki mein og kann liva eitt heilt vanligt lív.
Eitt yvirlit yvir og nærri kunning um tær 25 sjúkurnar, kanningin fevnir um, er at finna her.
Kanningarúrslit
Úrslitini frá kanningunum verða send tí sjúkrahúsinum, har royndin varð tikin, og úrslitini verða skrásett í sjúkujournalini hjá barninum. Vísa kanningarnar, at barnið møguliga er sjúkt, setir ein serlækni seg í samband við foreldrini beinanvegin.
Er alt í lagi í kanningunum, hoyra foreldrini vanliga ikki aftur frá sjúkrahúsinum.
Atgongd til royndirnar
Ein nevnd er sett, sum skal taka avgerð um, hvørt ein granskingarverkætlan kann fáa loyvi at granska í PKU-kortskránni. Treytirnar fyri atgongd til dáturnar eru ásettar í kunngerð.
Burturbeining av royndum
Til ber at fáa SSI at burturbeina royndirnar. Um barnið ella foreldrini ikki vilja hava, at royndirnar verða goymdar, skal tað fráboðast talgilt til SSI á www.borger.dk, har ein talgild undirskrift (MitID) verður brúkt, og Statens Serum Institut verður valt sum móttakari. Hevur tú einki MitID, kanst tú venda tær til Heilsustýrið, sum síðani vendir sær til SSI tína vegna. Royndir verða síðani burturbeindar, um tær verða goymdar hjá SSI. Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, krevst samtykki frá báðum, um royndir hjá barninum skulu burturbeinast. Tú kanst eisini brúka upplýsingarnar um samband undir pkt. 2 til at biðja um burturbeining.
Tá ið PKU-royndirnar verða latnar Heilsustýrinum eftir at hava verið í varðveitslu hjá SSI í uml. 12 mánaðir, verður Heilsustýrið dátuábyrgdari av móttiknu upplýsingunum. Heilsustýrið hevur í løtuni ikki innlit í møguligar skrásetingar í Vævsanvendelsesregistret, tí skulu áheitanir um burturbeining ella útflýggjan av royndum sendast til Heilsustýrið, tá royndirnar eru fluttar til Føroya.
Vend tær til Heilsustýrið á hst@hst.fo ella tel. +298 309060