Skráir

Tvíburaskráin

Tvíburaskráin er ein dátugrunnur við øllum tvíburum, sum eru føddir í Føroyum síðani 1700. Í skránni eru upplýsingar um omanfyri 1.600 tvíburapør, og skráin er ætlað heilsugransking.

08. november 2024

|

Tvíburar,

Tvíburaskrá

Í miðal

2,7%

av nýføddu børnunum í Føroyum seinastu 30 árini eru tvíburar

Tvíburar eru áhugaverdir fyri ílegugransking, tí eineggjaðar tvíburar hava nett somu ílegur, meðan tvíeggjaðar tvíburar hava umleið helvtina av ílegunum í felag. Hetta letur upp fyri, at granskarar kunnu skilja ímillum, hvørji eyðkenni og sjúkur serliga stava frá ílegum, og hvørji eru ávirkað av umhvørvinum. Tvíburagransking verður sostatt serliga brúkt samanberandi til at meta um ávirkan frá umhvørvi og arvi.

Tvíburaskráin er partur av Ættarbandsskránni hjá Heilsustýrinum, og upplýsingarnar koma úr kirkjubókum og ættartalvum. Skráin inniheldur upplýsingar um føðidag, møguligan deyðsdag og um kyn hjá tvíburunum.

Frá 1700 til og við 2022 eru 1651 tvíburapør fødd í Føroyum. Í dag eru um 900 tvíburapør á lívi í Føroyum.