Persónlagað medisin
Persónlagað medisin er skraddaraseymað viðgerð, sum byggir á vitan um ílegur (genom), lívfrøði og lívsstíl hjá tí einstaka, hetta fyri at fáa munadyggari viðgerð og minka um hjáárinini.
Um persónlagað medisin
Persónlagað medisin merkir, at fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum í størri mun verður lagað til eitt nú lívfrøði og lívvirkisfrøði (fysiologi) hjá tí einstaka.
FarGen
Málið við FarGen er at savna lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fáa kanningar í lag, sum kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og -viðgerð.