Heilsudátur

Um heilsudátur

Heilsudátur eru upplýsingar um tína heilsu, sum verða skrásettar, tá tú ert í sambandi við heilsuverkið.

02. oktober 2024

Hvørja ferð tú ert hjá lækna, tannlækna, á apotekinum, á sjúkrahúsi ella á annan hátt ert í sambandi stovnar í heilsuverkinum, skráseta heilsustarvsfólk upplýsingar um teg í tíni talgildu sjúkujournal ella aðrari umsitingarligari skipan. Hetta verður gjørt fyri at skjalfesta tað, sum er farið fram.

Nógvar ymsar heilsudátur verða savnaðar um teg gjøgnum lívið, eitt nú svar uppá blóðroyndir, diagnosur, innlegging, skurðviðgerð, heilivágur og endurvenjing. Upplýsingarnar verða lagdar í tína sjúkujournal og brúktar sum liður í tíni viðgerð. Myndin niðanfyri vísir dømi um heilsuupplýsingar, sum verða savnaðar inn um teg á lívsleiðini. 

Heilsudátur_tíðarlinja

Les um dátutrygd í Heilsustýrinum her.

Nakrar av tínum heilsudátum, t.d. upplýsingar um heilivág, kunnu deilast millum heilsustarvsfólk tvørtur um stovnar í heilsuverkinum. Tað merkir, at eitt nú kommunulækni, heimasjúkrasystir og lækni, sum stendur fyri tíni viðgerð á sjúkrahúsinum hava atgongd til somu upplýsingar.
Nakrar heilsudátur verða skrásettar í skráum, sum Heilsustýrið umsitur. Talan er um eitt nú Vevnaðarskránna, Diagnosuskránna og Krabbameinsskránna. Hesar dáturnar verða brúktar til greiningar, hagtøl, fyrisitingarlig endamál og gransking.

Les meira um skráirnar hjá Heilsustýrinum her