Reingerð
Dagstovnar og skúlar
06. desember 2024
Børn eru í størri vanda fyri at verða smittað og gerast sjúk orsakað av bakterium og virusi enn frísk vaksin. Hetta kemst av, at immunverjan hjá teimum ikki er liðugt ment, og at tey ofta í sambandi við spæl eru í tøttum kropsligum sambandi hvørt við annað. Harumframt hava tey enn ikki lært seg góðar vanar viðvíkjandi reinføri.
Reingerðarstigið hevur týdning fyri sjúkleikan millum starvsfólk og børn á stovnum og skúlum, serliga um veturin, tá fólk eru mest inni og smittutrýstið er størst.
Smitta á dagstovnum og skúlum hendir oftast við at nortið verður við lutir og yvirflatar, men fer eisini fram við beinleiðis sambandi millum børnini og starvsfólkini. Smitta kann eisini vera luftborin við hosta ella njósan, eins og smitta kann breiða seg við støvi. Hondreinføri er besta skjalprógvaða fyribyrgingin móti kontaktsmittu, tvs. á lutum ella millum fólk. Útlufting ella luftskiftisskipan minka um vandan fyri luftbornari smittu, og góð reingerð minkar um vandan fyri at smitta breiðir seg á lutum og yvirflatum umframt at minka um støvbornu smittuna.
Mælt verður til at hesi øki verða vaskað hvønn dag og eftir tørvi:
Køkur
Handvask
Pusliborð
Vesi og baðirúm
Borð, stólar, hurðar, handtøk og kontaktir
Gólv
Leikur
Veggir, har barnahendur røkka
Knappaborð, mús o.l. á tekniskari útgerð
Er talan um serstovn ella serskúla fyri børn og ung við kropsligum ella sálarligum menningartarni, eiga almennu smittuverjufyriskipanirnar altíð at verða brúktar t.d. við reingerð av hjálpitólum eftir hvønn persón.
Burturkast má ikki samlast innandura orsakað av vanda fyri flugum og skaðadjórum. Burturkastið má ikki liggja soleiðis fyri uttandura, at børn sleppa til.
Keldur: Statens Serum Institut og Sundhedsstyrelsen
Aðrar síður undir Reingerð