Tilbúgving

Koppseting

Koppseting móti smittusjúkum er ein av grundsúlunum í føroysku smittutilbúgvingini. Koppseting er munadygg sjúkufyribyrging, sum bæði verjir einstaklingin og minkar um smittubreiðsluna.

03. oktober 2024

 Í Føroyum bjóða vit ókeypis koppseting móti ávísum álvarsligum smittusjúkum til børn, eldri og til fólk í vandabólki.

Føroyska barnakoppsetingarætlanin er eitt tilboð til øll børn í Føroyum millum 0 og 12 ár um ókeypis koppseting móti 10 smittusjúkum. Barnakoppsetingarætlanin hevur tilmæli um, nær barnið skal hava ymsu koppsetingarnar fyri at fáa bestu verjuna. Koppseting fyribyrgir sjúkum, sum kunnu vera álvarsligar fyri barnið. Nakrar av sjúkunum smitta illa, og næstan øll børn fáa sjúkurnar, um tey ikki eru koppsett. Talan er eitt nú um meslingar, fárasjúku, reydlingar og kikhosta.

Les um barnakoppsetingar.

Nógvar smittusjúkur hava vanliga eina milda sjúkugongd, men ávísir bólkar eru, sum eru í øktum vanda fyri at verða álvarsliga sjúk av smittusjúkum. Koppseting minkar ikki bert um vandan fyri at verða smittað/ur, men eisini um vandan fyri innlegging og í ringasta føri deyða. Í hesum sambandi fáa fólk í vandabólki tilboð um ókeypis koppseting fyri ávísar smittusjúkur so sum influensu.

Les um ókeypis tilboð til vaksin um koppseting móti smittusjúku her.

Tá tú ferðast uttanlands, serliga um tú ferðast langt burtur, er umráðandi at kanna eftir, hvørjar smittusjúkur eru á ferðamálinum, og um ávísar koppsetingar eru neyðugar og viðmældar har. Viðmældu koppsetingarnar kunnu vera ymiskar alt eftir hvat slag av ferð, talan er um, og hvussu leingi tú ert í økinum.

Les meira um ferðakoppseting.

Tilboðini um ókeypis koppseting eru skipað sambært lóggávu og kunngerð.
Mest viðkomandi kunngerðir og lóggáva eru:

Løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum

Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum

Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19