Reinføri og reingerð
Hondreinføri
Hondreinføri er ein munadyggur og væl skjalprógvaður háttur at fyribyrgja smittu.
03. oktober 2024
|
Hondreinføri
Hendur, sum ikki eru reinar, kunnu flyta bakteriur og virus millum fólk eitt nú við einum lógvataki ella á lutum sum hondtøk, teldlar, borð osfr.
Tá tú vaskar tær um hendurnar við sápu og vatni, verða skittur og mikroorganismur beind burtur av húðini, og hendurnar verða reinar, um hendurnar eru vaskaðar rætt.
Gott hondreinføri fæst eisini við at sóttreinsa, men mælt verður til altíð at vaska sær um hendurnar, tá hendurnar eru sjónliga skitnar, tá tær eru vátar, eftir at tú hevur verið á vesinum, tá tú hevur skift blæu umframt áðrenn og aftaná at tú fæst við mat.
Gev gætur, at serligar reglur eru fyri hondreinføri innan ávísar geirar. Sí niðanfyri.