logo

Tilbúgvingarbólkurin hevur ábyrgd av at orða eina pandemiætlan. Endamálið er at tryggja, at Føroyar eru væl fyrirekiaðar til eina møguliga komandi heimsfarsótt.

Arbeiðsuppgávur

  • at gera eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu tilfeingið í føroyska heilsuverkinum og samfelagnum sum heild skal skipast í sambandi við eina heimsfarsótt.
  • at lýsa, hvussu Føroyar frameftir tryggja sær atgongd til koppingarevni í sambandi við eina heimsfarsótt.
  • at arbeiðið við eini tilbúgvingarætlan verður gjørt við støði í tilbúgvingarætlanum hjá okkara grannalondum og WHO, men lagað til føroysk viðurskifti.
  • at arbeiðið tekur støði í "Hvussu stýrdu Føroyar gjøgnum Covid-19 kreppuna" (Løgmannsskrivstovan jan. 2023)

Tilbúgvingarbólkurin

  • Yvirlækni og prof. í arbeiðsmedisini (formaður)
  • Yvirlækni og prof. í infektiónsmedisini
  • Yvirlækni og depilsleiðari í Bráðdeplinum
  • Tilbúgvingarleiðari - Arbeiðs- og brunaeftirlitið
  • Landsdjóralæknin
  • Landsapotekarin
  • Umboð fyri kommunulæknar
  • Umboð fyri Heilsumálaráðið
  • Umboð fyri Kommunufelagið
  • Umboð fyri løgregluna