Kostur
Heilsustýrið er í løtuni partur av arbeiðinum at menna nýggj, føroysk kostráð. Kostráð eru leiðreglur fyri, hvussu vit kunnu fáa eina sunna og umhvørvisvinarliga javnvág í okkara mat- og drykkjuvanum. Málið er, at um tú fylgir tú kostráðunum, so fær kroppurin nøktað tørvin á vitaminum, mineralum og øðrum avgerandi føðsluevnum, umframt at atlit verða tikin til tannheilsuna. Kostráðini skulu eisini leggja upp fyri, at tað verður lættari at hava eina hóskandi vekt, og minkast kann um vandan fyri lívsstílssjúkum, sum til dømis hjartaæðrasjúkum, diabetes og krabbameini.
Kostráð sum heilsufremjandi amboð
Hóast vit leingi hava havt kunnleika til kostráð, endurspeglast tað ikki í tí, ið vit leggja á tallerkar okkara. At broyta matvanar er ikki ein løtt uppgáva – matvanar snúgva seg millum annað um ein rótfestan sosialan atburð, persónlig val og freistingar á handilshillunum, og verður hetta eisini ávirkað av innflutingsmentanini og matframleiðsluni. Tískil ber ikki til einans at dúva uppá, at matvanar og matval broytast hjá brúkaranum. Dentur má eisini leggjast á, at samfelagið tekur lut í at broyta føroyska matumhvørvið, sum brúkarin ferðast í dagliga, við tí fyri eyga at tað gerst lættari at velja heilsugott, og tað minni heilsugóða gerst minni atkomuligt.