Starvslesandi
Heilsustýrið bjóðar lesandi at verða starvslesandi á stovninum í upp til eina lestrarhálvu.
Arbeiðsøki
Arbeiðsøkini í Heilsustýrinum eru skipað í fýra eindir: Fólkaheilsa, heilsudátur, fyrisiting og tilbúgving. Tú kanst tilskila í umsóknini, um tú kundi hugsað tær at arbeitt innan ávíst øki, við einum ítøkiligum evni, t.d. í sambandi við eina lestraruppgávu, ella um tú vilt arbeiða breiðari á ymsum arbeiðsøkjum á stovninum.
Arbeiðsuppgávur og førleikakrøv
Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar. Sum starvslesandi verður tú partur av dagligu arbeiðsgongdini á stovninum og fært innlit í tey mál, ið stovnurin umsitur. Miðað verður eftir, at tú kanst vera við í arbeiðinum at loysa størri og minni uppgávur hjá Heilsustýrinum.
Væntað verður, at tú sum starvslesandi hevur áhuga fyri arbeiðsøkjunum á stovninum, hevur góð samstarvsevni, ert miðvís/ur, kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Harumframt verður væntað at tú ert stinn/ur í føroyskum máli.
Umsøkjarar
Fyri at gerast starvslesandi skalt tú at vera lesandi við hægri lærustovn, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Um tín útbúgvingarstovnur loyvir tí, kann starvslesturin verða partur av tíni útbúgving. Kanna tí fyrst, hvørjar reglur eru galdandi fyri starvsvenjing á tínum útbúgvingarstovni.
Vit ímynda okkum, at tú ert lesandi innan eitt av hesum økjunum: samfelagsvísindi, fyrisiting, løgfrøði, heilsuvísindi, samskifti ella KT.
Starvið sum starvslesandi er ólønt og er skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvsfólk á stovninum, eitt nú viðvíkjandi trúnaðarreglum, dátutrygd o.s.fr.
Umsókn
Fyll út umsóknarblaðið og send Heilsustýrinum tað á hst@hst.fo, viðmerk “Starvslesandi”. Ein setanarbólkur tekur støðu til, nær stovnurin tekur starvslesandi inn, alt eftir hvørjar uppgávur eru í tíðarskeiðnum. Sostatt er ikki vist, at starvslesandi verða tikin inn hvørja lestrarhálvu. Setanarbólkurin viðger eisini innkomnar umsóknir og tekur støðu til, hvør verður sett/ur.
Umsóknarfreist til fyrru hálvu er vanliga 15. september og 15. mars til seinnu hálvu. Starvstíðin kann lagast eftir tørvinum hjá tí lesandi.
Umsóknirnar verða viðgjørdar beint sum umsóknarfreistin er farin, og umsøkjarar fáa svar, so skjótt avgerð er tikin.
Meira fæst at vita við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, á tel. 233070 ella bjarni@hst.fo ella til Guðrið Andorsdóttir, varastjóra, á tel. 591020 ella gudrid@hst.fo.