Krabbameinsskráin
Í Krabbameinsskránni eru upplýsingar um diagnosu, dagfesting fyri diagnosu, slag av krabbameini, kyn, aldur, fyrsta læknaliga sambandið, kanningar og dagfesting fyri viðgerð.
Søgan um Krabbameinsskránna er í stuttum, at í 1994 kom ein áheitan frá Kræftens Bekæmpelse um at stovna eina deild í Føroyum, og tá varð Krabbameinsskráseting Føroya stovnað. Á hvørjum ári varð alt tilfarið um krabbameinstilburðir gjøgnumgingið. Hugt varð eftir øllum teimum, ið vóru deyð og øllum sum vóru skrásett í Krabbameinsskránni. Farið varð 5 ár aftur í tíðina regluliga, fyri at fáa alt við.
Krabbameinsskráin innan Sjúkrahúsverkið varð flutt frá Landssjúkrahúsinum til Heilsustýrið at umsita 1. september 2023. Hetta tí at talan er um landsumfatandi skrá yvir krabbameinstilburðir. Arbeiðið heldur fram í sama yvirskipaða leisti, samstundis sum arbeitt verður við at nútímansgera og talgilda arbeiðsgongdir við krabbameinsskrásetingini.
Eina ferð árliga verður tilfarið lagt inn í Nordcan, sum er dátugrunnur við krabbameinstølum úr øllum Norðurlondunum.