Sálarlig heilsa
Heilsustýrið arbeiðir við at fremja sálarliga heilsu og fyribyrgja sálarligar trupulleikar í tráð við yvirlýsingina við WHO. Sálarlig heilsa verður lýst á henda hátt:
Sálarlig heilsa er ein støða av trivnaði, har tú sum menniskja kanst menna og royna tína evni, handfara avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, vera partur av sosialum sambondum og megnar at geva íkast til felagsskapin.
Arbeiðið við sálarligari heilsu snýr seg eisini um annað og meira enn at halda sálarsjúku burtur. Sálarlig heilsa er eitt jaligt hugtak, sum er partur av yvirskipaða heilsuhugtakinum hjá WHO, á sama hátt sum likamlig heilsa. Heilsustýrið arbeiðir við at varpa ljós á sálarliga heilsu eins og likamliga heilsu, tí tað hevur eins stóran týdning, at vit hava tað gott, trívast og virka í gerandisdegnum – hava eina góða sálarliga heilsu – eins og vit hava eina góða likamliga heilsu. Góð sálarlig heilsa fremur lívsgóðskuna og virkar móti tunglyndi og angist.
Hugtakið sálarlig heilsa hevur tvær dimensjónir, ið báðar hava týdning:
- Eina upplivingardimensjón: at uppliva at hava tað gott, at vera glað/ur sum heild, vera nøgdur við seg sjálva/n og egið lív.
- Eina virkisdimensjón: at virka væl í gerandisdegnum í samspæli við onnur og vera partur av felagsskapum og handfara avbjóðingar í gerandisdegnum.
Heilsustýrið arbeiðir við at fremja sálarliga heilsu og fyribyrgja sálarligar trupulleikar við upplýsing, ráðgeving, vegleiðing og við at betra um karmar í Føroyum, ið kunnu fremja sálarligu heilsuna hjá íbúgvunum. Heilsustýrið stendur á odda fyri verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum og samstarvar í hesum sambandi við kommunur, feløg og stovnar kring alt landið. Heilsustýrið savnar eisini vitan um sálarligu heilsuna hjá fólki í Føroyum gjøgnum spurnabløð og fokusbólkasamrøður.
Her er nærri kunning um ABC fyri sálarliga heilsu