logo

At vera kropsliga virkin hevur týðandi heilsuágóðar fyri hjartað, kroppin og sinnið. Kropslig rørsla og venjing eru heilsufremjandi og fyribyrgja sjúku.

Tilmælini frá heimsheilsustovninum WHO, eru, at vaksin skulu venja úthaldni 150 minuttir um vikuna ella venja úthaldni 75 minuttir við stórari arbeiðstyngd. Børn eiga at venja úthaldni við miðal og stórari arbeiðstyngd ein tíma um dagin. Eisini eiga bæði børn, ung og vaksin at vera kropsliga virkin og venja styrkivenjing fyri at styrkja stóru vøddabólkarnar tvær til tríggjar ferðir um vikuna. 

Tær nýtist ikki at íðka harðan ítrótt fyri at betra um heilsuna. Rørsla hevur víst seg at minka/fyribyrgja sjúku so sum diabetes, hjartaæðrasjúku, krabbamein o.a. Harafturat hevur rørsla víst seg at betra um trivnað og sálarliga heilsu. Fyri eldri hevur rørsla við sær betri balansu og likamliga støðu. Eisini kognitiva funktiónin kann varðveitast longur við rørslu.

Fyrimunir við rørslu og vansar við vantandi rørslu

  • At vera kropsliga virkin hevur týðandi heilsuágóðar fyri kroppin og sinnið
  • Tað hevur týdning fyri heilsuna at varðveita ein kropsliga virknan gerandisdag alt lívið
  • Kropsligt virksemi fyribyrgir millum annað hjarta- æðrasjúkur, ov høgt blóðtrýst, krabbamein og diabetes
  • Kropsligt virksemi minkar um vandan fyri tunglyndi og angist
  • Kropsligt virksemi økir innlæring og evni at hugsavna seg

Kropsligt virksemi er øll sløg av rørslu, ið fær pulsin upp. Talan kann vera um óskipaða rørslu, har vit brúka kroppin í gerandisdegnum, ella skipað regluligt kropsligt virksemi sum eitt nú venjing ella íðkan av ítrótti. Rørsla nýtist ikki neyðturviliga at fremjast í venjingarklæðum ella í einari venjingarmiðstøð. 

Uppskot til kropsligt virksemi

  • Ganga til arbeiðis og til handils 
  • Súkkla
  • Dansa  
  • Spæla við børnini 
  • Arbeiða í garðinum 
  • Ganga trappurnar 
  • Reingera og dustsúgva 
  • Velta epli ella aðra grøði
  • Ganga í náttúruni
  • Vera til útróður
  • Fáast við seyð og/ella onnur djór

Mælt verður til, at fólk í øllum aldri røra seg hvønn einasta dag. Hetta hevur risa gagnligar heilsuágóðar. Øll rørsla munar.