logo

Nógv ymisk sløg av tubbaki eru til. Vanligasta slagið er framvegis sigarettin, men tubbaksídnaðurin hevur seinnu árini so at siga enduruppfunnið seg sjálvan og bjóðar nú rúgvuvís av nýggjum tubbaks- og nikotinvørum, og torført kann vera at fylgja við.

Sambært heimsheilsustovninum, WHO, eru øll sløg av tubbaki skaðilig, og sjálvt tubbak í natúrligum líki er eitrandi og inniheldur krabbameinselvandi evni. Tubbaksroyking er tann einstaki tátturin, sum hevur størst negativa ávirkan á okkara heilsu, og á hvørjum ári krevur royking mannalív í milliónatali á heimsstigi. Royking økir nevniliga vandan fyri at doyggja tíðliga og er orsøk til flestu tilburðirnar av lungnakrabba og KOL. Royking økir eisini um vandan fyri at fáa aðrar krabbasjúkur, hjartaæðrasjúku og typu 2 diabetes, eins og tað ávirkar útlitini fyri at gerast frísk/ur.

Nikotin er í sjálvum sær eisini skaðiligt fyri heilsuna, serliga fyri menningina av unga heilanum, sum ikki er liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur.

Heilsustýrið mælir frá allari tubbaks- og nikotinnýtslu, uttan so at talan er um góðkendan heilivág fyri at gevast at roykja.

Hvussu hevur tú tað? frá 2023

Nýggjasta fólkaheilsukanningin hjá Heilsustýrinum ”Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 vísir, at meðan gongdin í grannalondunum er, at alt færri fólk roykja, so standa tølini hjá okkum í Føroyum at kalla í stað. Hetta er sjálvsagt ørkymlandi, tá hugsað verður um, hvørja ávirkan royking hevur á fólkaheilsuna. Royking er sostatt eisini ein samfelagslig byrða, ikki minst hjá heilsuverkinum.

Tølini vísa harumframt, at samstundis sum roykjararnir í yngsta aldursbólkinum, tvs. undir 35 ár, tykjast verða færri í tali, so veksur talið á ungum, sum brúka aðrar nikotinvørur.

Les frágreiðing um royking úr Hvussu hevur tú tað? frá 2023

Les frágreiðing um snús úr Hvussu hevur tú tað? frá 2023

Nikotin

Sigarettir og aðrar tubbaksvørur hava leingi verið einasta keldan til nikotin í Føroyum. Seinastu árini er útboðið av nikotinvørum tó broytt munandi, og nikotin fæst nú í ógvuliga ymsum skapum, litum og smakkum. Marknaðarføringin av hesum vørunum vísir greitt, at framleiðararnir leggja seg serliga eftir at raka tey ungu. Tann ætlanin tykist at rigga, tí hjá teimum ungu eru alternativu nikotinvørurnar líka vælumtóktar sum sigarettir.

Salt verður latið í snús- og nikotinposar, soleiðis at nikotinið upploysist skjótari og nikotinrúsurin kemur beinanvegin.

Nikotin er eitt eiturevni, sum verður upptikið í kroppinum gjøgnum lungu, slímhinnur og húðina, og verður síðani flutt við blóðinum til heilan og restina av kroppinum. Nikotin er ógvuliga krøkjandi og tað er serliga vandamikið hjá børnum, og ungum. Tá børn og ung nýta nikotin kann tað nevniliga elva til trupulleikar við at hugsavna seg, øktan vanda fyri sálarsjúku og hjartaæðrasjúku eins og nikotin skaðar bæði tenn og tannkjøt.

Ung og nikotin

Tá børn og ung brúka nikotin, kann tað elva til varandi mein í heilanum. Heilin er nevniliga ikki liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur. Til tá er heilin serliga viðbrekin fyri ávirkan uttanífrá, eitt nú fyri rúsevnum so sum nikotini, ið kann elva til varandi mein í unga heilanum. Skaðiliga ávirkanin snýr seg serliga um trý viðurskifti: bundinskap, hugsavnan og sálarsjúku.

  • Nikotin er líka bindandi sum kokain, so tú kanst ikki bara gevast, tá tú vilt. Nikotin økir eisini vandan fyri bundinskapi at øðrum rúsevnum, og um tú hevur brúkt nikotin á ungum aldri, verður natúrligari at leita til rúsevni alt lívið.
  • Tá tú brúkar nikotin, kennir tú gamaní eitt hert fokus eina stutta løtu, men tá tú hevur brúkt nikotin í longri tíð, fjarar tann ávirkanin burtur, og vandi er fyri, at tú fært varandi trupulleikar at hugsavna teg, eisini langt eftir, at tú ert givin.
  • Tá tú hevur tað trupult, kann hugurin til nikotin vaksa, tí tú verður glaðari eina lítla løtu. Nikotin hevur tó eisini við sær, at tú verður meira viðbrekin fyri ávirkan av strongd, og tú ert í størri vanda fyri at fáa tunglyndi ella angist.

Heilsustýrið hevur føroyskað ein kunnandi film hjá danska Vidensråd for Forebyggelse, sum upplýsir um vandan hjá børnum og ungum við at brúka nikotin. Hugsanin er, at skúlar, stovnar, frítíðarfelagsskapir og onnur kunnu brúka filmin til kunnandi tiltøk fyri ung og foreldur o.o.

Filmurin er tøkur her

Tak niður frágreiðing hjá Vidensråd for forebyggelse um nikotinnýtslu hjá børnum og ungum her.