logo

Tá ið talan er um ílegugransking ber til at fáa atgongd til navnloyndar dátur úr Vevnaðarskránni, Diagnosuskránni og Ættarbandsskránni, sum Heilsustýrið umsitur.

Heilsustýrið samstarvar við lærustovnar, vinnulív, granskarar eins væl og lesandi.

Tú kanst fáa atgongd til dáturnar í skráunum við einum sáttmála við Heilsustýrið. Sáttmálin gevur tær rættindi til at granska í ávísum tilfari eitt avmarkað tíðarskeið og til at geva út ávísa nøgd av vísindaligum greinum. Fyri at fáa sáttmála í lag er krav, at tú hevur góðkenningar frá viðkomandi myndugleikum:

  • Sáttmáli við Heilsustýrið
  • Kliniskur ábyrgdahavi (Heilsustarvsfólk við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið)
  • Góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini (tó ikki til øll sløg av registarakanningum)
  • Verkætlanin skal fylgja ásetingunum í Dátuverndarlógini

Til ber at samstarva við Heilsustýrið bæði um íleguverkætlanir, epidemiologiskar verkætlanir o.s.fr. Set teg í samband við okkum fyri at frætta nærri um møguligt samstarv og møguleikar.