logo

Viðgerð av dátum

Heilsustýrið savnar persónsdátur við heimild í Ll. nr. 62 frá 17. juni 2005 um gransking í mannaílegum (Ílegulógin) 

Dátuábyrgdari

Heilsustýrið er dátuábyrgdari og ger møguligar forkanningar og viðger umsóknir til at granska í upplýsingunum, sum liggja í skráunum.

Dátuviðgerð

Upplýsingarnar, sum vit varða av, kunnu nýtast til ílegugransking. Áðrenn ein granskingarverkætlan kann fara í gongd krevst:

  • Góðkenning frá Vísindasisemisnevndini
  • Uppfylla krøv í Persónsdátulógini
  • Kliniskur ábyrdgahavi (Heilsustarvsfólk við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið)
  • Samtykki frá luttakara

Trygd

Granskarar skulu kenna og fylgja KT-trygdarpolitikkinum og brúkaraleiðreglunum hjá Heilsustýrinum, skulu undirskriva brúkaraváttan og avtalu um dátuviðgerð við Heilsustýrið, áðrenn ein granskingarverkætlan fer í gongd.

Samband

Stjóri
Bjarni á Steig
Bjarni@hst.fo

Varastjóri
Guðrið Andorsdóttir
gudrid@hst.fo
591020

Dátuverndarfólk (DPO)
Hildigunn Thomsen
hildigunn@hst.fo
304700