logo

FarGen savnar lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fær kanningar í lag, sum kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og -viðgerð. FarGen ger genom(ílegu)- og heilsukanningar av føroyingum og savnar kanningarúrslitini í einum dátugrunni, sum er ætlaður gransking í føroyskum ílegum.

Endamálið er at eyðmerkja ílegur og onnur lívfrøðilig mát, sum kunnu vera orsøk til ymiskar sjúkur, og hervið verða ítøkilig stig tikin til at skapa grundarlag fyri persónlagaðum medisini. Persónlagað medisin byggir á vitan um genomið hjá tí einstaka, umhvørvi og lívsstíl, og kann málrætta viðgerðina í størri mun, so heilivágurin virkar á bestan hátt.

FarGen mennir eitt føroyskt tilvísingargenom, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum, og sum kann geva eitt yvirlit um títtleikan av ymsum íleguvariantum í Føroyum. Eisini verður kannað, hvør upprunin og søgan hjá føroysku populatiónini er, og hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag.

Bílegg tíð til kanningar á kanning.fargen.fo.

Áðrenn tú møtir til kanningar, eigur tú at lesa kunningartilfar og fylla út eitt spurnablað um eitt nú tína bakgrund, lívsstíl og heilsuviðurskifti her.

Les meira um FarGen á heimasíðuni ella í hesum filminum.

Soleiðis teknar tú teg til FarGen