Hvussu hevur tú tað?
Stóra fólkaheilsukanningin hjá Heilsustýrinum, ”Hvussu hevur tú tað?”, varð gjørd á heysti 2023. Talan er um eina spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Málið er at fáa til vega vitan og gera hagfrøðisligar greiningar, sum kunnu brúkast til at bøta um fólkaheilsuna í Føroyum. Kanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðuna hjá føroyingum kring landið, sum heilsuverk og myndugleikar kunnu brúka sum grundarlag fyri at leggja til rættis og raðfesta átøk á heilsuøkinum.
8.000 tilvildarliga valdir føroyingar fingu innbjóðing sendandi um at luttaka í kanningini. Sjálv kanningin fór fram á Vanganum, har luttakarar svaraðu spurningum um einamest heilsu, lívsstíl og trivnað. Luttøkan er navnloynd, tvs. at til ber ikki at teingja svarini saman við einstøkum luttakarum.
Spurnablaðið er tøkt her (skermmyndir av Vanganum).
Kanningarúrslit
Kanningarúrslitini verða viðgjørd og kunngjørd so hvørt fyri ymisk evni. Ein frágreiðing verður skrivað um úrslitini fyri hvørt evnið sær. Niðanfyri eru frágreiðingarnar, sum eru gjørdar higartil:
Frágreiðing um heilsu og trivnað
Afturvendandi kanning
Hetta var triðju ferð, at spurt varð, hvussu føroyingar hava tað. Sama kanning varð gjørd í 2015 og í 2019, og tí ber til at gera samanberingar og meta um eina møguliga gongd, eins og úrslitini kunnu samanberast við líknandi kanningar í grannalondum okkara.
Breið umboðan
Umráðandi er at fáa øll øki í landinum við í tílíka kanning fyri at fáa eina rætta mynd av heilsustøðuni kring allar Føroyar. Liviumstøður, tørvur o.a. eru ymisk, alt eftir hvar tú býrt, tí er eisini hugsandi, at fólk svara ymiskt kring landið. Neyðugt er tí, at øll øki í landinum verða javnt umboðað í kanningini, bæði fyri at geva eina rætta heildarmynd, men eisini fyri at kunna seta inn við møguligum heilsuátøkum alt eftir tørvi í lokaløkjunum. Eingi kanningarúrslit verða gjørd upp fyri einstakar bygdir ella kommunur, men heldur fyri øki í landinum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja anonymitetin hjá luttakarunum.
Fólkaheilsukanningin "Hvussu hevur tú tað?" frá 2019
Í 2019 gjørdi táverandi Fólkaheilsuráðið eina stóru fólkaheilsukanningina "Hvussu hevur tú tað?", sum hevði til endamáls at kanna heilsustøðuna og trivnaðin hjá føroyingum. Hetta er sama kanning, sum Heilsustýrið gjørdi í 2023. Spurnakanningin í 2019 varð send til uml. 6000 tilvildarliga valdar føroyingar, og umleið 3000 valdu at taka lut í kanningini. Henda kanning var ein av størstu spurnakanningunum, ið varð gjørd í Føroyum, og tí er hon eitt gott grundarlag fyri at staðfesta heilsustøðu og trivnað hjá føroyska fólkinum.
Í 2019 bar samanumtikið yvirskipað til at siga, at føroyingar hildu seg hava eina góða heilsu, og vit mettu okkum í størri mun hava eina góða heilsu samanborið við Danmark. Tó vóru tað fleiri ung, ið stríddust við eina ringa sálarliga heilsustøðu. Tað vóru eisini tey ungu, ið kendu seg tyngd av síni fíggjarstøðu og bústaðarstøðu og høvdu truplari við at gjalda rokningar enn tey eldru. Somuleiðis vóru tað tey, ið høvdu eina ringa sálarliga heilsustøðu, ið eisini høvdu trupulleikar við svøvni og í størri mun tóku pínustillandi og nervastillandi heiligvág. Samstundis sást ein neiligur samanhang í millum ringa sálarliga heilsustøðu og heilsuvanar. Altso at tey, sum høvdu sálarligar trupulleikar í minni mun høvdu góðar heilsuvanar.
Viðvíkjandi heilsuvanum, so var rúm fyri bata á fleiri økjum, serliga tá tað kom til vekt, rørslu og royking. Sum gongdin við heilsuvanum var í 2019, varð mett at tað var ikki til at siga, um vit í Føroyum halda fram við at meta okkara heilsustøðu at vera góða.
Frágreiðingin er tøk her.