logo

Rúsdrekka ella alkohol er eitt upploysingarevni, ið ávirkar nærum øll gøgn í kroppinum.

Ovurnýtsla av rúsdrekka hongur tætt saman við fleiri krabbameinssjúkum, hjartasjúkum, evnisskiftissjúkum og sjúkum í nervaskipanini. Rúsdrekka er eisini ofta orsøk til, at fólk koma út fyri skaða, umframt at sosialu avleiðingarnar av ov nógvum rúsdrekka eru stórar. 

Ovurnýtsla av rúsdrekka er ein av teimum stóru vandunum fyri fólkaheilsuna, og í Føroyum drekka 10-15% ov nógv sambært fólkaheilsukanningi frá 2019. Eisini vísa føroysku ESPAD-kanningarúrslitini, at triði hvør av teimum 15 ára gomlu metir, at rúsdrekka er lætt at fáa fatur á, umframt at 20% hava roynt rúsdrekka, tá tey eru 13 ár ella yngri og 80%, tá tey eru um 15 ára aldur. Eisini vísir kanningin, at góð 40% hava drukkið rúsdrekka seinasta mánaðin, og góð 15% hava verið full seinasta mánaðin.  

Ovurnýtsla av rúsdrekka kann hava stórar persónligar, heilsuligar og fíggjarligar avleiðingar fyri tann, ið drekkur, men eisini fyri tey avvarðandi, samstundis sum tað eisini kunnu vera stórar samfelagsligar avleiðingar av rúsdrekkamisnýtslu. Sambært donsku heilsumyndugleikunum er rúsdrekka beinleiðis ella viðvirkandi orsøk til umleið 3000 árlig andlát, ella 6% av øllum andlátum. Hetta verður mett at svara til 25-30 andlát í Føroyum árliga.

Tilmælini hjá Heilsustýrinum

Aðaltilmælið

  • Drekk minst møguligt, tí at eingin rúsdrekkanýtsla er heilt vandaleys fyri heilsuna.

Undirtilmæli

  • Børn og ung yngri enn 18 ár eiga ikki at drekka rúsdrekka yvirhøvur.
  • Kvinnur, sum eru við barn ella royna at gerast við barn, eiga ikki at drekka rúsdrekka yvirhøvur.
  • Kvinnur, sum geva bróst, eiga at nýta rúsdrekka varliga.
  • Um valt verður at drekka rúsdrekka, so verður mælt vaksnum (eldri enn 18 ár) til at drekka eftir 10-4 regluni. Tvs. at mælt verður bæði monnum og kvinnum til ikki at drekka fleiri enn 10 alkoholeindir um vikuna og ikki fleiri enn 4 eindir sama dag.

Kanningar vísa, at váðin fyri deyðiligari sjúku av rúsdrekkaávum er lágur fyri bæði kyn, um drukkið verður minni enn 10 eindir um vikuna. Um drukkið verður meira enn 10 eindir, eru kvinnur í størri vanda enn menninir.

Kanningar vísa eisini, at skaðarnir av rúsdrekka á børn og ung eru stórir, og at jú fyrr ung byrja at drekka, jú størri eru sannlíkindini fyri, at hesi sum vaksin fáa trupulleikar av rúsdrekka. Tí eiga hesir bólkar serstakliga at verða vardir ímóti rúsdrekka.

Sí nærri her.