logo

WHO flokkar sjúku og aðrar heilsustøður sambært altjóða flokkingarskipan, sonevndu ICD-flokkingini. 11.  útgávan av skipanini, ICD-11, er komin út altjóða og verður í næstum tikin í nýtslu í føroyska heilsuverkinum.

Hvat er ICD?
ICD er stytting fyri International Statistical Classification of Diseases and Related Health Problems, og málið við ICD-11-flokkingunum og -frøðiheitunum er at menna hagtøl eftir einum felags leisti, soleiðis at til ber at skráseta, greina, tulka og samanbera heilsudátur og deyðsorsøkir tvørtur um landamørk ella øki og ymisk tíðarskeið.

ICD-flokkingin tænir nógvum ymsum endamálum altjóða og útvegar vitan um vavið, orsøkirnar og avleiðingarnar av sjúku og deyða um allan heimin við dátum, sum verða fráboðaðar og kotaðar við ICD-flokkingini. Klinisk frøðiheiti, sum eru kotað við ICD, eru sostatt týdningarmesta grundarlagið fyri heilsuskráseting og hagtøl um sjúku í primeru, sekunderu og í tertieru røktini umframt deyðsorsøksváttanir.

Í einstøku londunum letur ICD-flokkingin eisini upp fyri møguleikunum at staðfesta átrokandi trupulleikar á heilsuøkinum, grundarlag verður veitt til at menna heilsupolitikk og at máta ein møguligan virknað av honum, eins og flokkingin kann brúkast til kliniska skjalfesting av heilsustøðuni hjá sjúklingum í landinum.

ICD-11 í Føroyum
ICD-flokkingin hevur verið nýtt í meira enn eina øld, og á World Health Assembly í 2019 varð 11. útgávan samtykt. Í Føroyum fylgja vit fyriskipanunum hjá WHO og hava tískil skyldu til at brúka nýggjastu ICD-flokkingarnar til at fráboða hagtøl um sjúku og deyðsorsøkir. Í Norðurlondum er ein tilgongd byrjað, og Heilsustýrið fylgir hesum. Eingin dagfesting er sett á, nær ICD-11 verður sett á stovn í føroyska heilsuverkinum.

ICD-11 er ment og givið út talgilt, so tað hóskar til tørvin í dag. Innihaldið endurspeglar týðandi framstig innan vísindi og medisin, og flokkingarnar eru dagførdar við nýggjastu vitanini innan sjúkuviðgerð og -fyribyrging.

ICD-11 er gjørt í samstarvi millum eitt nú klinikarar, hagfrøðingar og KT-serfrøðingar úr øllum heiminum.

Keldur: WHO & Sundhedsdatastyrelsen