Koppsetingar 2024/2025
Í Føroyum ber til at fáa ókeypis koppsetingar, um tú lýkur ávís krøv. Koppsetingartilmælini kunnu býtast í hesar bólkar:
Barnakoppsetingar
Her er talan um t.d. MFR, polio og stívkrampa, men eisini um HPV-koppseting, sum vanliga verður givin, tá barnið er umleið 11-12 ára gamalt.
Les meira um barnakoppsetingar her.
Influensukoppseting
Her snúgva tilmælini seg serliga um at verja tey, sum á einhvønn hátt eru útsett. Málbólkarnir eru m.a. eldri fólk, fólk við varandi sjúku og heilsustarvsfólk.
COVID-19-koppseting
Talan er um eina lutfalsliga nýggja sjúku og koppseting, men handfaringin og koppsetingartilmælini í.s.v. COVID-19 kunnu nú í stóran mun samanberast við influensu.
Pneumokokkkoppsetingar
Her er talan um at verja fólk, sum eru í serligum vanda fyri at fáa lungnabruna ella aðrar álvarsligar sjúkur. Ímeðan koppsett verður fyri influensu- og COVID-19-koppsetingarnar hvørt ár, ganga vanliga nøkur ár ímillum pneumokokkkoppsetingarnar.
Tilboðini um ókeypis koppseting eru skipað sambært lóggávu og kunngerð.
Mest viðkomandi kunngerðir og lóggáva eru:
Løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
Ókeypis koppseting móti influensu
Koppsetingar kunnu fyribyrgja álvarsligari sjúku. Tí mæla vit til, at tey sum eru í einum av málbólkunum, lata seg koppseta. Tú kanst fáa ókeypis koppseting og nærri kunning um koppsetingar hjá kommunulæknanum ella á apotekinum.
Koppsetingarkunngerðin kann lesast her.
Málbólkar
Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensu verður veitt til:
1. Persónar, ið hava fylt 65 ár.
2. Fyritíðarpensjónistar.
3. Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið eru nevndar undir litra a-g:
a) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku.
b) Persónar, sum hava hjartasjúku og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars.
c) Persónar, sum hava diabetes 1 ella 2, sukursjúku.
d) Persónar, sum hava órinsbrek (immundefekt), ið antin eru viðfødd ella íkomin.
e) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.
f) Persónar, sum hava varandi livrasvigna og nýrasvigna.
g) Persónar við ovurfiti, vegleiðandi BMI > 35, eftir eini læknaligari meting.
4. Børn eldri enn 6 mánaðir, og vaksin, sum hava álvarsama sjúku, har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
5. Húski hjá barni, ið er í øktum vanda fyri at fáa álvarsliga influensu sbrt. § 5, nr. 4.
6. Persónar, sum hava aðra álvarsliga sjúku, og læknin heldur, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
7. Barnakonur frá 13. barnsburðarviku.
8. Húski hjá sjúklingum við nógv niðursettari órinsverju, sum antin er viðfødd ella íkomin, sbrt. nr. 3, litra d, eftir eini læknaligari meting.
9. Børn, ið hava fylt 2 ár, og sum ikki hava fylt 7. Børn, sum hava fingið fyrstu koppsetingina, áðrenn tey hava fylt 7 ár, kunnu verða liðugt koppsett, eftir at tey hava fylt 7 ár.
10. Starvsfólk innan heilsuøkið og røktarrøkið, sum hava tætt samband við persónar, ið eru í øktum vanda fyri álvarsligari sjúkugongd við influensu í sambandi við uppgávur innan røkt, umsorgan og viðgerð sbrt. nr. 1-6 og sum eru nevnd í litra a til gg. Sí kunngerðina um hvørjir starvsbólkar eru fevndir av hesum: (listin er endurgivin niðast á hesi síðu)
Koppsetingin verður veitt til børn í aldrinum 2 til 6 ár samsvarandi vegleiðing frá Sundhedsstyrelsen, tað merkir sum meginregla, at koppsetingin verður veitt sum ein nasal influensukoppseting.
Koppseting verður bjóðað lesandi, næmingum, ófaklærdum o.ø., ið røkja størv svarandi til tey í § 5, stk. 1, nr. 10 nevndu yrkjum, og sum arbeiða við uppgávum innan viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, sum eru í serligum vanda fyri at verða álvarsliga sjúkir, um teir fáa influensa.
Koppsetingin
Influensukoppsetingarevni verða árliga dagførd út frá eini vandameting um, hvørjir variantar mest sannlíkt fara at gera um seg komandi tíðina.
Til ber at fáa influensu, hóast tú ert koppsett/ur, men sjúkugongdin verður ofta mildari.
Góð ráð
Influensa smittar gjøgnum smáar dropar frá hosta, at njósa og líknandi. Sjúkan spjaðir seg, um tú andar inn droparnar ella fært teir á hendurnar og síðan nemur við eygu, nøs og munn.
- Hosta og njós í einnýtis lummaturriklæði og bein tey burtur. Ella hosta og njós í ermuna, ikki í lógvarnar. Vaska tær væl um hendurnar ella sóttreinsa hendurnar væl aftaná.
- Hav gott handreinføri.
- Ver heima, um tú ert sjúk/ur.
- Lufta væl út heima og fá nakað av gjóstri
- Halt bústaðin reinan – serliga flatur, sum nógv nerta við
Ókeypis koppseting móti COVID-19 (korona)
1. oktober 2023 kom nýggj kunngerð í gildi um koppseting fyri COVID-19.
Áðrenn hetta høvdu koppsetingarnar fyri COVID-19 verið grundaðar í einum koppsetingartilmæli, men nú er hetta virksemið lýst í kunngerð.
Endamál við koppseting
Endamálið við grundkoppseting og endurkoppseting móti COVID-19 er at fyribyrgja álvarsligari sjúku og deyða, har ein endurkoppseting kann styrkja og endurvirkja immunverjuna.
Tey, sum fáa tilboð um koppseting fyri COVID-19, eru í stóran mun tey somu, sum fáa tilboð um influensukoppseting og pneumokokk-koppseting. Listin við málbólkum er at finna í §2 í kunngerðini. Í høvuðsheitum er talan um:
- Persónar, ið hava fylt 65
- Fólk, sum hava ávísar sjúkur ella á annan hátt niðursetta órinsverju umframt húski hjá persónum við niðursettari órinsverju.
- Barnakonur
- Starvsfólk á heilsuøkinum ella røktarøkinum
Tey, ið ikki eru fevnd av tilboðnum um ókeypis koppseting, kunnu verða koppsett fyri COVID19 við at gjalda fyri hetta.
Koppsetingarnar verða framdar hjá kommunulæknanum, á apotekinum ella í sjúkrahúsverkinum.
Borgarar kunnu biðja sær tíð til koppseting hjá Apoteksverkinum her.
Borgarar kunnu biðja sær tíð til koppseting hjá kommunulæknanum við at ringja til viðtaluna ella talgilt á www.minlaekni.fo ella á heimasíðuni hjá læknaviðtaluni.
Hjá kommunulæknanum ber til at fáa tíð til influensukoppseting í sama umfari.Koppsetingar kunnu fyribyrgja álvarsligari sjúku. Tí mæla vit til, at tey, sum eru í einum av málbólkunum, lata seg koppseta.
Tú kanst fáa ókeypis koppseting og nærri kunning um koppsetingar hjá kommunulæknanum ella á apotekinum.
Góð ráð
Eins og t.d. influensa smittar COVID-19 gjøgnum smáar dropar frá hosta, at njósa og líknandi. Sjúkan spjaðir seg, um tú andar inn droparnar ella fært teir á hendurnar og síðan nemur við eygu, nøs og munn.
- Hosta og njós í einnýtis lummaturriklæði og bein tey burtur. Ella hosta og njós í ermuna, ikki í lógvarnar. Vaska tær væl um hendurnar ella sóttreinsa hendurnar væl aftaná.
- Hav gott handreinføri.
- Ver heima, um tú ert sjúk/ur.
- Lufta væl út heima og fá nakað av gjóstri
- Halt bústaðin reinan – serliga flatur, sum nógv nerta við
Ókeypis koppseting móti pneumokokkum
Koppsetingar kunnu fyribyrgja álvarsligari sjúku. Tí mæla vit til, at tey sum eru í einum av málbólkunum, lata seg koppseta. Tú kanst fáa ókeypis koppseting og nærri kunning um koppsetingar hjá kommunulæknanum.
Koppsetingarkunngerðin kann lesast her.
Ert tú í serligum vanda fyri at fáa lungnabruna ella aðrar álvarsamar sjúkur vegna pneumokokkar, so kanst tú fáa ókeypis koppseting hjá kommunulækna.
Mælt verður teimum til at lata seg koppseta móti pneumokokkum, sum eru fevnd av einum av niðanfyristandandi bólkum. Hetta er fyri at fyribyrgja álvarsamari sjúku vegna pneumokokkar. Tú kanst fáa ókeypis koppseting og vitan um koppsetingina hjá kommunulækna.
Tilboð um ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum verður veitt hesum persónum:
1. Persónar, sum fáa bútilboð, sum eru skipað sbrt. §§ 45, 46 og 47 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur sbrt. § 13, stk. 2, nr. 1, 2 og 3 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
2. Persónar, sum hava fylt 65 ár.
3. Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið nevndar eru undir litra a-m:
a) Persónar uttan milt, ella har miltið ikki virkar, sum tað skal.
b) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.
c) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin er viðfødd ella íkomin.
d) Persónar við leka av heilavætu, liquor-lækage.
e) Persónar, sum hava havt invasiva pneumokoksjúku, pneumokokkbruna í blóðinum ella pneumokokk-meningitis.
f) Persónar, sum hava fingið Cochlear implantatión.
g) Persónar, sum hava fingið upprunakyknuflutning, stamcelletransplantation.
h) Persónar, sum hava fingið yrkisgagnsflutning, organtransplantation.
i) Persónar, sum hava diabetes mellitus.
j) Persónar, sum hava varandi hjartasjúku.
k) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku.
l) Persónar, sum hava varandi nýrasjúku.
m) Persónar, sum hava varandi livrasjúku.
4. Persónar yngri enn 18 ár, sum hava sjúku ella støðu, ið hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokksjúku, ið eru nevndar undir litra a-h, eftir eini læknaligari metan:
a) Persónar, sum hava hjartasjúku, ið hevur við sær niðursetta iltmettan í blóðinum, cyanotiske hjertesygdomme.
b) Persónar, sum hava hjartaviknan, hjerteinsufficiens.
c) Persónar, sum hava fingið palliativa skurðviðgerð fyri hjartasjúku.
d) Persónar, sum hava týðandi fylgir á blóðrenslið eftir hjartaskurðviðgerð.
e) Persónar, sum hava varandi lungnalíðing, t.d. cystiska fibrosu.
f) Persónar, sum hava niðursett lungnavirkni, orsakað av veikum andadráttsvøddum, hypodynamisk respirationsinsufficiens.
g) Persónar, sum hava nefrotisk sjúkueyðkenni, nefrotisk syndrom.
h) Persónar, sum hava órinsverjubrek, immundefekter, undantikið agammaglobulinæmi og SCID.
5. Persónar, sum hava aðrar álvarsamar sjúkur ella eru í eini hættisligari støðu, sum eftir ítøkiligu meting læknans, hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokksjúku.
6. Sveisarar.
Koppsetingin verður veitt sum ein 23-valent pneumokokk koppseting.
Um koppsetingina
Koppsetingin eftir stk. 1, nr. 1-6, verður veitt til persónar, sum ikki eru koppsettir við eini 23-valent pneumokokk koppseting seinastu 6 árini, ella eftir eini læknaligari meting við støði í eini andevnismáting (antistofmåling).
Pneumokokk-koppsetingin er samansett av antigenum frá 23 ymiskum pneumokokk-sløgum og verjir tí móti flestu pneumokokkum á okkara leiðum.
Koppseting verjir móti álvarsamari sjúku, sum pneumokokk-sepsis, pneumokokkmeningitis og pneumokokk-lungabruna. Koppsetingin hevur lítið virkni móti at verða berari av pneumokokkum.
Góð ráð
Pneumokokkar smitta gjøgnum smáar dropar frá hosta og at njósa og við tøttum sambandi. Ein kann eisini verða berari av pneumokokkum í nøs og svølgrúminum.
- Hosta og njós í einnytis lummaturriklæði og bein tey burtur. Ella hosta og njós í ermuna, ikki í lógvarnar. Vaska tær væl um hendurnar ella sóttreinsa hendurnar væl.
- Hav gott handreinføri.
- Ver heima, um tú ert sjúk/ur.
- Lufta væl út heima og fá nakað av gjóstri
- Halt bústaðin reinan - serliga flatur, sum nógv nerta við
Ert tú í iva, set teg í samband við egnan kommunulækna.