CP-skráin
CP-skráin er stovnað 2022. Í skránni eru upplýsingar um øll við diagnosuni CP fødd ella búsitandi í Føroyum, og er hon gjørd við heimild í Ílegulógini. Skráin inniheldur bæði tey, sum hava viðfødda og postneonatala cerebrala paresu.
Endamálið við skránni er at savna hagtøl yvir øll fólk við CP í Føroyum fyri at útvega meira vitan. Hagtølini skulu eisini verða grundarlag fyri víðari gransking innan CP í Føroym og í altjóða høpi.
CP er ein stytting fyri Cerebrala Paresu og varð ofta fyrr kallað spastiskt lamni, og vórðu tey við CP rópt spastikarar. Cerebral Paresa stavar frá einum skaða í heilanum, sum kann koma í móðurlívi, undir føðing ella hjá nýborna barninum. Heilaskaðin kann standast av, at eitt barn verður føtt ov tíðliga, bløðing, smáum blóðtøppum, ilttroti ella smittu, men ofta verður orsøkin ongantíð staðfest. Kropsligu fylgjurnar av heilaskaðanum eru ofta sjónligar, men heilaskaðin kann eisini geva aðrar týðandi kognitivar avbjóðingar sum t.d. trupulleikar við læru, hugsavnan og máli.
Ætlanin er, at dátur úr Cosmic eins og úr Landssjúklingaskránni skulu flytast yvir í CP-skránna. Afturat tí verða allir kommunulæknar í Føroyum spurdir, um fólk við CP eru knýtt at teirra viðtalu.