Heilsutilbúgving
Heilsutilbúgving verður sett í verk í sambandi við vanlukkur, álvarsamar smittusjúkur, yvirgangsatsóknir o.a. Heilsuverkið hevur sambært sjúkrahúslógini beinleiðis skyldu til at veita hjálp og sjúkraflutningstænastu til persónar, ið brádliga hava tørv á hesum orsakað av óhappi ella brádliga íkomnari sjúku o.s.fr.
Sjúkrahúsverkið hevur eina tilbúgving, sum javnan verður eftirmett og tillagað. Hetta fer fram bæði við venjingum, undirvísing og førleikamenning.
Eingin yvirskipað heilsutilbúgving er ment síðani "Tilbúgvingarætlan í móti beinkrími 2006". Tí hevur Heilsustýrið sett ein tilbúgvingarbólk, sum skal koma við einum tilmæli um "Heilsutilbúgving hjá Føroyar" í 2023.
Føroyar luttaka eisini í norðurlendskum samstarvi innan heilsutilbúgving. Arbeiðið fer fram í sonevnda Svalbardbólkinum (Nordisk sundhedsberedskabsgruppe) undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Í Svalbardbólkinum eru 1-2 umboð fyri stjórnirnar í teimum átta Norðurlondunum. Føroyar hava valt at hava tvey umboð í Svalbardbólkinum, og tey eru landsapotekarin og stjórin í Heilsustýrinum.
Uppgávurnar hjá Svalbardbólkinum eru í høvuðsheitum at fyrireika samstarv og lata upplýsingar, førleikar og vitan millum Norðurlond innan heilsu- og almannaøkið viðvíkjandi tilbúgving, kreppu- og vanlukkustýring við tí endamáli at megna at handfara kreppur og vanlukkur. Tað kann eisini koma fyri at veita hjálp landanna millum, tá ið álvarsamar kreppur eru, m.a. heilivág, útgerð og flutning av fólki.